Hetta upplýsir sýslumaðurin á Svalbard. Lagt verður aftrat, at eingin fólkaskaði var, tá hendingin fór fram.
Tað var stutt eftir midnátt síðstu nátt, at sýslumaðurin fekk boð um hendingina úr Spitsbergen.
Hvítabjørnin varð skotin og dripin, tá hon royndi at koma sær inn í eina smáttu, har ein túrgangari búði.
NRK veit at siga, at bjørnin er nú flutt til Longyearbyen á Svalbard, har hon skal kannast fyri eitt nú kyn, aldur og vekt.
Sýslumaðurin fer eisini at gera avhoyringar fyri at fáa greiði á, um hvítabjørnin, soleiðis sum fráboðarin segði, varð skotin í sjálvverju.
Hvítabjørn hevur annars verið friðað á Svalbard heilt síðan 1973, og tað er í útgangsstøðinum ólógligt at beina fyri bjarnum.
- Hetta er aðru ferð í ár, at ein hvítabjørn er skotin á Svalbard, veit norska kringvarpið - NRK - at siga.











