HM: Portugal vann seg víðari við yvirtíðarmáli

Vónin hjá Cristiano Ronaldo at vinna HM livir enn

Tað verður ein ibirsk grannauppgerði í HM-áttandapartsfinaluni millum Spania og Portugal.

 

Í náttardystinum á BMO Field leikvøllinum í Toronto eydnaðist tað Portugal at vinna 2-1 á HM-bronsuvinnarunum í 2022, og HM-silvurvinnarunum í 2018, Kroatia.

 

Langt inni í yvirtíðini var Portugal bjargað av einum VAR-dómi, so teir sluppu undan longdu leiktíðini.

 

Portugal var betra liðið í fyrra hálvleiki, men teir megnaðu ikki at taka av møguleikunum tá. Í 53. minutti legði veteranurin, Ivan Perisic Kroatia á odda 1-0, tá hann hegnisliga tamdi bóltin og sendi hann framvið portugisiska málverjanum. Júst sum seinni hálvleikur var hálvrunnin fekk Portugal brotsspark aftaná eina VAR-avgerð, ið staðfesti, at Renato Veiga var feldur í kroatiska brotsteiginum. Cristiano Ronaldo tók sær av brotssparkinum, og sendi tað í netið til javnleik 1-1. Inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Goncalo Ramos Portugal sigurin við einum góðum stútara. Longri inni í yvirtíðini hildu kroatar, at Josko Gvardiol hevði javnað til 2-2 og harvið tryggja teimum longda leiktíð. Men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu.

 

Portugal-Kroatia 2-1 (0-0)

0-1 Ivan Perisic ('53 )

1-1 Cristiano Ronaldo, br. ('68 )

2-1 Goncalo Ramos ('90+)

 

Mánakvøldið klokkan 20 spæla Portugal og Spania HM-áttandapartsfinalu á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.