Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá kommununi í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan

Eyðbjørg er ein hornasteinur á dagstovnaøkinum

Í Vestmanna kommunu eru tey farin undir eitt forvitnisligt átak - at varpa ljós á fólk, sum starvast hjá kommununi og soleiðis eisini á ymisk starvsøkir í kommununi

Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá kommununi í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan

- Hesaferð varpa vit ljós á Eyðbjørg Hansen og dagstovnaøkið. Eyðbjørg hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá kommununi í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

- Tá barnagarðurin Gjáarlon stóð liðugur í 2005, fór Eyðbjørg Hansen saman við fleiri øðrum dagrøktarmammum at arbeiða í nýggja barnagarðinum. Tá fór hon eisini undir námsfrøðislestur og gjørdist útbúgvin námsfrøðingur í 2008.

 

- Hon hevur arbeitt í Gjáarlon, síðan stovnurin læt upp og er knýtt at barnagarðsstovuni, Áin.

 

Víst verður á, at tá fólk skulu lýsa Eyðbjørg, eru tey samd um, at hon er rólig, tolin av lyndi og rúmar øllum. Hennara royndir í ansingini eru so drúgvar, at fleiri av børnunum, sum hon fyrr ansaði, eru nú sjálvi foreldur at børnum, sum ganga á stovninum.

 

- Samstundis, sum Eyðbjørg hevur tikið sær av børnunum í bygdini í øll hesi árini, hevur hon eisini í nógv ár verið varaleiðari á dagstovnaøkinum. Við sínum góða kunnleika um mannagongdir, reglur og sáttmálar er hon ein týðandi stuðul hjá leiðaranum og ein góður sparringspartnari.

 

Lagt verður aftrat, at starvið er skipað soleiðis, at hon ein dag um vikuna arbeiðir við umsitingarligum uppgávum, meðan hon hinar dagarnar er saman við børnunum.

 

- Eyðbjørg hevur víst stóran fakligan førleika og trúfesti í starvi sínum. Hon hevur verið ein góð fyrimynd fyri starvsfelagar sínar og altíð verið fús at stuðla, vegleiða og deila sínar royndir. Fram um alt hevur hon eina serliga gávu at møta børnum við virðing og umsorgan og at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi, har børnini kenna seg sædd og virðismett.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at dagstovnaøkið er skipað í trimum stovnum. Teir eru Gjáarlon, har tey yngstu børnini ganga, Látipípan, har tey elstu børnini fyri skúlaaldur ganga og Kongskjallarin, sum er frítíðartilboðið í kommununi.

 

- Samanlagt eru 155 børn knýtt at dagstovnaøkinum í Vestmanna, verður lagt aftrat.

 

Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá kommununi í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan