Brennievnissteðgurin ger, at ferðafólk fara úr Kuba. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Langtíðar streymslit og manglandi brennievni hava elvt til tóm hotellkømur.
Kuba hevur áður boðað altjóða flogfeløgum frá, at tey ikki megna at fylla brennievni á Kuba orsakað av orkukreppuni.
Fleiri lond hava eisini mælt frá at ferðast til Kuba.
Millum londini, sum mæla frá óneyðugari innferð til Kuba, eru Bretland, Kanada og USA.
Kuba er rakt av hørðum trýsti á oljuveitingina. Hetta kemst av, at amerikanska handtøkan av fyrrverandi forsetanum í Venezuela, Nicolas Maduro.
USA stongdi síðani allari oljuveiting til Kuba, sum hevur tætt samband við Venezuela.
Danska uttanríkisráðið hevur einki ferðaráð til Kuba, men heitir á fólk um at halda seg kunnað. Hesum boðar ráðið frá á heimasíðuni.










