3000 IS-fangar úr Sýria fluttir til fongsul í Irak

Uttanríkisráðharrin í Irak, Fuad Hussein, ávarar um veksandi IS-aktivitet í Sýria

Umleið 3000 IS-fangar úr felagsskapinum Islamiskur Statur eru fluttir úr fongslum í Sýra til fongsul í Irak.

 

Tað sigur irakski uttanríkisráðharrin, Fuad Hussein, sambært Reuters.

 

Fuad Hussein er við á trygdarráðstevnuni, sum verður hildin í München, og her hevur hann skift orð við tíðindafólk.

 

Uttanríkisráðharrin í Irak nýtti eisini høvi at ávara um veksandi IS-aktivitet í Sýria, sum hann málbar seg.

 

Sagt verður um IS, at hetta er ein hernaðarligur jihadistfelagsskapur, sum stríðist fyri egnum islamiskum ríki í Miðeystri.

 

IS varð stovnað í 2013 og hertók sambært keldum stór landaøkir í Irak og Sýria.

 

Í 2020 vórðu hesi landaøkir tikin aftur, og síðan hava limirnir í IS reikað í útlegd í londunum í Miðeystri.