- Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin, sum hesi árini er á umleið 850.000 krónur tilsamans. Stuðulin ger stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, sigur Durita Tausen

Krabbameinsfelagið og Spyr.fo endurnýggja avtalu

- Stuðulin frá Spyr.fo-kanningunum hevur munað sera væl í arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum hesi seinastu tíggju árini, sigur forkvinnan í felagnum, Durita Tausen

- Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin, sum hesi árini er á umleið 850.000 krónur tilsamans. Stuðulin ger stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, sigur Durita Tausen

Krabbameinsfelagið og Spyr.fo hava júst undirskrivað nýggja samstarvsavtalu. Samstarvið partanna millum, sum í ár hevur tíggju ár á baki, hevur sambært báðum pørtum eydnast stak væl, og tí er avtalan nú endurnýggjað.

 

Tað var í 2015, at Spyr.fo tók stig til eina nýggja, øðrvísi talgilda tænastu, ið bjóðar skjótar spurnarkanningar umvegis fartelefonina. Flest allir føroyingar munnu í dag kenna Spyr.fo - eitt nú frá veljarakanningum, og nógv hava eisini luttikið í kanningum.

 

- Men fleiri av okkum vita kanska ikki, at hvørja ferð ein fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina Spyr-kanning, verða fýra krónur latnar Krabbameinsfelagnum í stuðuli fyri hvønn luttakara í kanningini. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá millum 500-700 fólk svara einari kanning, verður hetta skjótt ein munandi upphædd, sum fer óskerd til Krabbameinsfelagið.

 

Og stuðulin frá Spyr.fo-kanningunum hevur munað sera væl í arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum hesi seinastu tíggju árini.

 

- Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin. Vit tosa um eina upphædd, sum hesi árini er á umleið 850.000 krónur samanlagt. Stuðulin hevur gjørt stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, ið hava ella hava havt krabbamein og eisini á bæði granskingar- og fyribyrgingarøkinum, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

 

- Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin, sum hesi árini er á umleið 850.000 krónur tilsamans. Stuðulin ger stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, sigur Durita Tausen