Leygardagin hin 14. mars skipar GreenGate Incoming fyri einari serstakari innandura fótbóltskapping - Faroe Islands Indoor Football Tournament - í stórhøllini Við Tjarnir, har bestu umstøður eru til eitt slíkt tiltak.
Hetta er ein kapping fyri old girls og old boys, har kvinnurnar kappast í einum aldursbólki, sum er 35+, og menninir kappast í tveimum aldursbólkum, ávikavist 35+ og 45+.
- Vit í GreenGate eru sera fegin um at bjóða tykkum vælkomin til hesa kapping og hetta tiltak, sum er fyrsta Faroe Islands Indoor Football Tournament, men sum eftir okkara ætlan ikki verður tað seinasta.
Fríðun Jacobsen hjá GreenGate, sum er virkin í innandurafótbólti og sum saman við øðrum kvinnum fleiri hevur luttikið í slíkum kappingum uttanlands, sigur, at tey ætla, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak í Føroyum.
- Vit hava so serstakliga góðar umstøður í stórhøllini Við Tjarnir, og vit hava tí avgjørt einki at smæðast um við bæði at bjóða føroyskum liðum, men eisini útlendskum liðum til eina slíka afturvendandi kapping.
Hon vísir á, at í teimum kappingum uttanlands, har hon saman við øðrum føroyskum kvinnum hevur luttikið, koma lið eru fleiri ymiskum londum, og hetta er kappingar, sum tey tilkomnu eru ógvuliga fegin um.
- Bæði tað at vera virkin, tá árini leggjast aftrat og tað at knýta vinabond, hevur verið so sera hugnaligt. Tí vilja vit, nú umstøðurnar her í Føroyum eru so framúr, eisini bjóða útlendskum liðum heim higar at kappast og hugna sær saman við okkum.
Fríðun Jacobsen sigur, at tey á GreenGate hava vent sær til onnur lond, har sagt hevur verið frá, at nú er møguleikin at luttaka í Faroe Islands Indoor Football Tournament, men hon ásannar, at tey hesaferð helst hava verið nakað sein á sjóvarfallinum.
- Vit hava fingið fleiri afturmeldingar um, at áhugi er at koma heim til Føroya at spæla fótbólt, men bæði kvinnur og menn hava sagt, at hetta kevur eina fyrireikingartíð, og at tey gjarna vilja vera við eina aðru ferð.
##med2##
Hon vísir á, at onkur, sum plagar at vera dómari í kappingum aðrastaðni, sum føroyskar kvinnur eisini hava luttikið í, hevur spurt, um tey kunnu koma til Føroya at døma.
- Men her hava vit sagt, at dómararnir verða føroyskir, sigur Fríðun Jacobsen brosandi.
Hon væntar tó, at tað verður hampiliga góð luttøka millum føroysk lið í kappingini hesaferð, bæði hjá kvinnum og monnum, og hon letur heilsa og sigur, at enn ber til at tilmelda seg til Faroe Islands Indoor Football Tournament.
- Vit hava sett eina tilmeldingarfreist, men vit vita eisini, at føroyigar ofta eru seinir á sjóvarfallinum. Tí hava vit valt at siga, at enn er høvi at tekna seg til kappingina, og hetta kann gerast um okkara heimasíðu www.greengate.fo.
Fríðun Jacobsen sigur, at um onkur ivast, hvussu tilmeldað verður, kann ringjast á tlf. 550520, sum er telefonin hjá henni.












