Strømsgodset leikti javnt 4-4 móti Lillestrøm

Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir vóru partur av málveitslu

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset spældu fríggjadagin venjingardyst á útivølli í Lillestrøm-høllini móti Lillestrøm. Mattias vardi málið hjá Strømsgodset í fyrra hálvleiki.

 

Dysturin endaði við málríkum javnleiki 4-4. Í steðginum var støðan javnleikur 2-2. Lillestrøm var á odda 2-0 longu aftaná 15 minuttir. Strømsgodset megnaði tó at koma afturíaftur. Í seinna hálvleiki var Lillestrøm á odda bæði 3-2 og 4-3, men Strømsgodset knógvaði ein javnleik. Millum teir, ið vóru á vøllinum í seinna hálvleiki fyri Strømsgodset var gamli B36- og HB leikarin, Sebastian Pingel. 

 

Gustav Wikheim, James Ampofo, Mats Spiten og Marcus Mehnert syrgdu fyri málunum hjá Strømsgodset. 

 

Mikudagin klokkan 14 spælir Strømsgodset venjingardyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd.