Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við framrættaða Filip Djordjevic. Nú er hann aftur í Sarpugerði, har hann eisini átti heimavøll frá 2012 og fram til 2019.
Filip Djordjevic sigur soleiðis við facebook síðuna hjá Víkingi:
-Nú eru tað nógv ár síðani eg fór, og tíðin er komin til, at geva tað eg havi eftir í ljósabláu blusuni. Eg havi altíð havt eitt ynski at koma aftur til Víking. Tað er har eg føli meg heima og havi nógvar góðar løtur at hyggja aftur á.
31 ára gamli Filip Djordjevic hevur sambært FaroeSoccer spælt 352 dystir í bestu landskappingini og skorað 52 mál.
Hann spældi við KÍ í 2011 og eisini í 2012, tá ið hann flutti til Víking, sum hann umboðaði fram til 2019.
Í 2020 og ein part av 2021 umboðaði hann ÍF og í 2021 eisini TB.
Frá 2022 og fram til 2024 spældi Filip Djordjevic við EB/Streymi, og í ár umboðaði hann B36. Har var hann við í 25 landskappingardystum í bestu deildini. 13 ferðir varð hann skiftur inn, og 11 ferðir varð hann skiftur út.











