Hetta merkir í roynd og veru, at landsstýrisfólkini kunnu gera sum teimum lystir, samanleggja vinnuskúlar og miðnámsskúlar, stovna ella niðurleggja breytir á miðnám, hækka avgjøld, og annars útskriva kunngerðir so galið tey vilja, hóast tey eru blivin uppsøgd
Sambandsflokkurin tekur undir við at skerja aðalráðini úr 9 niður í 6, men hendan tilgongdin hevur verið merkt av skundi og óumhugsni.
Fyrst sigur man landsstýrisfólkini úr starvi, meðan fleiri stórpolitisk mál eru til viðgerð, men loyvir teimum at halda fram í starvinum, inntil málini bara eru «næstan» liðug. Landsstýrisfólk eru menniskju, og tað tykist týðiligt, at fleiri av uppsøgdu landsstýrisfólkunum eru ónøgd við, at tey missa sessin. Her burdi løgmaður sjálvandi havt tryggjað sær, at tey ikki kunnu handla í óamannaverki, og frátikið teimum sínar heimildir ella í minsta lagi tryggjað sær, at tey handlaðu í trá við politiska viljan
Men so er ikki hjá hesi samgonguni. Landsstýrisfólk missa sessin, tó ikki beinaveg. Tey skulu líka sita í sessinum í ein mánaða afturat, meðan tey varðveita fulla heimild og møguleika at gera vart við sína ónøgd.
Landsstýrisfólkini fara neyvan at gera nakað í ørskapi. men tey eru bara menniskju, og tí átti løgmaður at havt tryggjað sær, at hetta ikki var ein møguleiki.
Hastverk er lastverk.
Sí svarið til skrivliga fyrispurningin her: www.logting.fo/documents/68689
Sambandsflokkurin










