Fimm ungir mans gingu seg fastar á Árnafjalli

Boð vóru eftir tyrluni hjá Atlantsflog í gjár at fáa ungar mans úr fjøllunum

Tað var stutt fyri klokkan níggju í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan frá nøkrum ungum monnum, sum høvdu gingið seg fastar á 722 metra høga Árnafjalli norðan fyri Gásadal á Vágoynni.

Talan var um einar fimm vinmenn, sum vóru farnir í fjøllini. Tá teir gjørdust ótryggir við støðuna, teir høvdu gingið seg fastar, valdu teir at biða um hjálp.

Tað endaði við, at tyrlan hjá Atlantsflog varð boðsend eftir monnunum, og stutt fyri klokkan tíggju vóru teir á flogvøllinum í Vágum.

##med2##