Í dag hevur Iran lopið á amerikanskar herdeildir á Bubiyan-oynni í Kuwait, og lopið varð á við dronum.
Tað siga hernaðarmyndugleikarnir í Iran.
Ein iranskur herleiðari, sum eisini er talsmaður, Ebrahim Zolfaghari, sigur, at álopið var vent móti satelittútgerð og lóðurgoymslum á oynni.
Iran heldur uppá, at goymslur, sum USA hevur havt á herstøðini, Arifjan í Kuwait, vóru fluttar til oynna eftir fleiri iransk álop á Arifjan.
Sambært heilsumyndugleikunum í Kuwait eru seks sivilfólk løstað, tá leivdir av niðurskotnum dronum raktu eitt íbúðarøki í Kuwait.
Norska kringvarpið - NRK - er millum miðlarnar, sum í morgun bera hesi tíðindi úr Kuwait.










