Í røðu síni, takkaði landsstýrismaðurin, teimum, sum skipa fyri Føroya Sjómannadegi, fyri á serstakan hátt at heiðra føroyska fiskivinnu.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at avbjóðingar eru við atliti at føroyskari fiskivinnu lóggávu og at tørvur er á at byggja brýr fyri at loysa tær avbjóðingar, sum føroyska fiskivinnan hevur.
Øll røðan kann lesast her:
Góðu føroyingar, norðoyingar, áhoyrarar og góðu stigtakarar
Fyrst av øllum: Hjartaliga takk til fyriskipararnar av Føroya Sjómannadegi, at tit aftur í ár eru við til at
heiðra okkara fiskivinnu á hendan hátt.
Seinastu nógvu árini hevur okkara húskið luttikið á Sjómannadegnum – nakað, vit hava glett okkum til á
hvørjum ári. Tað hevur verið bæði stuttligt og, ikki minst, læruríkt fyri stór og smá.
Til stuttleikar kann eg nevna, at eg rokni ikki við, at nakar fiskimálaráðharri hevur fingið fleiri karmar enn
eg av stóra vatnkrígginum, sum er hvørt ár.
Tá vit hugsa um fiskivinnuna, standa stórar avbjóðingar fyri framman. Fyrsta, sum rakti meg – og rakti
meg hart – tá eg fyri nøkrum mánaðum síðani kom í hendan sessin, var, hvussu breið semja er um, at
lóggávan, vit skipa okkara fiskivinnu eftir, er trupul at fyrihalda seg til.
Av Løgtingsins røðarapalli verður hon kallað “eitt satt klútateppi”. Úr vinnuni hoyrist tað sama, og frá
lívfrøðini verður sagt, at hon ikki virkar til vildar fyri stovnsrøkt. Enn havi eg, í veruleikanum, ongantíð
hoyrt nakran verið nøgdan við verandi lóggávu – og tað er álvarsamt.
Í Varpinum á Fiskivinnutinginum týskvøldið vísti stjórin í Føroya Reiðarafelag á greið tøl. Hann hevði talt
seg fram til, at síðani hann kom í starvið fyri 7–8 árum síðani, eru yvir 350 broytingar gjørdar í lógini. Tað
ljóðar sera nógv. Men um tað er rætt, so er tað okkurt, sum líkist 40–50 broytingum um árið í miðal.
Av tí sama er tað ongin í dag, sum veruliga kennist við ella vil “kennast við” galdandi lóg. Tað er ein stór
avbjóðing.
Tað er nakað um tað, at tann politiska skipanin er ein av stóru óvissunum fyri vinnuna. Og her kann
ongin flokkur snúgva sær undan ábyrgd.
Fiskivinnan er í dag ein kastibløðka millum ideologir, økir, lívfrøði o.s.fr., og hetta hevur skapt eina stóra
polarisering millum partarnar í okkara landi – eina polarisering, sum ger, at tað er sera trupult at taka
skilagóðar avgerðir, øllum okkara landi at frama.
Í tí stuttu tíð, eg havi eftir í sessinum, fari eg at arbeiða miðvíst við at byggja brýr, so vit kunnu loysa
veruligu avbjóðingarnar, vit hava, tá hugsað verður um okkara fiskivinnu.
Málið má vera, at vit fáa eina greiða lóggávu, sum virkar bæði fyri stovnsrøkt, vinnuna og øll Føroyum –
eina lóggávu, sum eggjar til frambrot og nýbrot av skipum, reiðskapi og vørum, og ikki sum nú, heldur
forðar fyri hesum.
Okkara aðalmál skal altíð vera, at vit fiska so nógv, sum ráðiligt og møguligt er, úr okkara stovnum,
samstundis sum vit hava stovnsrøkt í hásæti. Tað er tað besta fyri okkara fiskivinnu – og tað er best fyri
Føroya land.
Tað gleðiliga er, at summir av okkara stovnum eru hampiliga væl fyri, og aðrir eru batnandi. Men tá vit
tosa um tosk, so er søgan enn, tíverri, ein heilt onnur.
Hyggja vit aftur í tíð, so vita vit, at vit í nærum eina øld fiskaðu millum 20 og 40.000 tons av toski árliga
her í Føroyum.
Í 1976 fiskaðu vit knøpp 40.000 tons av toski, og tá var gýtingarstovnurin mettur at vera gott 114.000
tons.
Í fjør fiskaðu vit knapt 6.500 tons av toski, og tá var gýtingarstovnurin mettur til góð 15.000 tons.
Altso ein niðurgongd av gýtingarstovninum á 87% og ein niðurgongd av veiðuni av toski á áleið 84%
samanborið við 1976.
Høvdu vit fiskað 40.000 tons av toski í fjør og við prísunum, sum vóru í fjør, so hevði tað havt eitt
avreiðingarvirði á uml. 1,2 mia. kr. – og ikki bert gott 200 mio. kr.
Altso, eina heila milliard meira. Tað eru tøl sum tala, og tað eru tøl, sum fortelja okkum, hvat er neyðugt
at gera.
Nógvur vísdómur liggur í orðunum, sum siga: “Við at gera tað, man altíð hevur gjørt, fær man tað, man
altíð hevur fingið.”
Eg haldi, at tíð er nú at seta nýggja kós. Okkara aðalmál er, at vit aftur koma at fiska 20–40.000 tons um
árið av toski her í Føroyum, og at vit fara at røkja okkara stovnar væl – eisini toskastovnin.
Hetta krevur nógv av okkum øllum, og ikki minst tykkum, sum liva av fiskivinnuni og toski. Vit mugu
endur- og umhugsa allan fiskiskapin hjá okkum av nýggjum.
Eitt stórt arbeiði liggur fyri framman. Men fyrsta treyt er, at vit øll arbeiða saman, tosa saman og vilja
tað sama.
Hetta er nakað, eg raðfesti sera høgt og arbeiði miðvíst við. Gjøgnumtrekkurin av fólki í sessinum, eg nú
eri í, er ofta stórur. Tí vóni eg, at tit øll innan fiskivinnuna ynskja tað sama – at vinnan, politiska skipanin
og vísindin kunnu koma saman og kjølfesta hetta mál. Mín partur skal í hvussu so er ikki liggja eftir.
Í løtuni gongur væl við fiskiskapinum undir Føroyum. Tað er langt síðani, at tað hevur gingið so væl á
føroyska landgrunninum, tá vit hugsa um avreiðingarvirði. Prísirnir í ár hava verið sera góðir, og hava
fleiri bátar og skip longu avreitt fyri meira higartil í ár enn fyri alt 2024. Hetta fegnast vit sjálvandi øll um.
Men vit hava altso bara fiskað uml. 5.700 tons av toski higartil.
At ikki sleppa út at fiska, meðan fiskur er at fáa og prísurin er góður, er ein sera beiskur biti fyri okkum
føroyingar. Men fyri at náa okkara málum, so eru vit noydd at brúka fiskidagaskipanina eins og vit høvdu
gjørt, um vit høvdu havt eina kvotaskipan.
Vit mugu geva stovninum møguleika at koma fyri seg aftur. Geva gýtingarstovnunum møguleika at
vaksa seg upp aftur til 100.000+ tons, so vit aftur kunnu fiska 20–40.000 tons av toski á okkara
landgrunni árliga.
Vit vita, at ein lítil stovnur veksur seint. Harafturímóti vita vit eisini, at ein stórur stovnur veksur skjótt.
So í dag standa vit við ein krossveg. Vit kunnu velja at gera, sum vit hava gjørt seinastu 30 árini. Men so
kunnu vit ikki vænta annað enn tað, vit hava fingið seinastu 30 árini: eina støðuga niðurgongd við
onkrum hendinga brúkiliga árið inn í millum.
Hin møguleikin er, at vit kunnu saðla um og saman gera tað, sum er neyðugt fyri at fáa okkara
toskastovn upp aftur har, hann eigur at vera. Tað ynski eg í hvussu so er.
Mín vón og ynski til framtíðina er, at tað fer at ganga heimaflotanum eins væl, sum tað hevur gingið hjá
uppsjóvarflotanum í nógv ár. Tað hevur heimaflotin so sanniliga uppiborið.
Tað er tí, vit nú skulu vera skilagóð, halda aftur og byggja upp, so heimaflotin kann koma hartil.
Góðu áhoyrarar. Eg veit, at mín boðskapur um okkara tosk er umstríddur, og kanska ikki akkurát tað,
man ynskir at hoyra ein tílíkan dag. Eg veit eisini, at fleiri ikki vilja kennast við ta sannroynd, at okkara
toskastovnur er í einari hættisligari støðu. Eg veit, at fólk vilja trúgva, at hann bara flytir seg til onnur
støð, tá umstøðurnar í havinum broytast rundan um okkum. Eg vildi sjálvur eisini ynskt, at tað var
soleiðis, og toskurin var aftur hjá okkum í morgin. Men satt at siga, so er onki, sum bendir á tað.
Hinvegin hava vit nógv prógv fyri, at okkara stovnur er ógvuliga støðufastur. Okkara toskur líkist nógv
okkara seyði í so máta – sum í tí stóra heila ikki fer av haga. Hetta vita vit frá øllum teimum merkingum,
sum hava verið gjørdar í nógv, nógv ár. Ein toskur, sum er merktur norðanfyri, verður fiskaður aftur
norðanfyri – næstan uttan undantak.
Nógv onnur ástøðir eru eisini, sum ikki kunnu prógvast. Harafturímóti kann tað staðfestast við nógvum
áratíggjum av royndum, kanningum og eygleiðingum, at stødd á gýtingarstovni og nøgd av veiðu hanga
tætt saman. Vit mugu nú taka kikaran frá blinda eyganum og hyggja veruleikan í eyguni.
Tað er ein sannroynd, at tann politiska skipanin hevur svikið alt ov leingi, og vit hava snøgt sagt fiskað
okkara toskastovn niður á eitt hættisliga lágt støði. Tað er fakta, og tað mugu vit byrja at fyrihalda
okkum til, meðan vit enn hava møguleikan.
Góðu sjófólk, áhoyrarar og fyriskiparar av hesum frálíka degi, sum bara tit í Klaksvík klára at skipa fyri:
Hjartaliga takk fyri tykkara dugnasemi og áhaldni. Eg ynski tykkum øllum ein góðan Sjómannadag.
Og við hesum orðum lýsi eg Føroya Sjómannadag 2025 at vera settan.
Takk fyri.