Í oktobur gjørdist ÍF føroyameistari í U21-deildini hjá monnum, og tað fer at síggjast aftur á bestaliðnum komandi ár.
Tað er longu nakað síðani tann fyrsta undirskriftin bleiv avgreidd. Tá var tað miðvallarin Jógvan á Lakjuni, ið skrivaði undir. ÍF leggur afturat kunngerðini, at talan er um tann yngra Jógvan á Lakjuni. Bara so ongin ivast.
Næstir Jógvani yngra hava teir báðir Aron Kensson og Bergur Jacobsen skrivað sáttmála við ÍF. Teir báðir vóru millum berandi kreftirnar á U21-liðnum, men sluppu eisini at royna seg á bestaliðnum í ár.
Eftir teir hevur Jákup í Lambanum eisini skrivað sáttmála við ÍF. Jákup er verjukendur miðvallari, sum eisini kann spæla í miðverjuni, og hevur hann eisini spælt fleiri dystir fyri bestaliðið í ár.
Tann seinasti at skriva undir á hesum sinni er eisini ein Lakjumaður. Markus á Lakjuni varð í ár skrásettur fyri heilar 50 dystir. Tað eru heilt óvanliga nógvir dystir at spæla uppá eitt kappingarár, og merkir tað, at Markus hevur spælt næstan allar dystirnar hjá bæði U21- og bestaliðnum í ár.











