HM: Føroyar eru besti fimmarin - enda samanlagt á 17. plássinum

Argentina og Tunesia endaðu bæði á tveimum stigum í HM-millumbólki 3

Tað er ikki neyðugt at bíða eftir dystinum í HM-millumbólki 3 millum Pólland og Eysturríki fyri at fáa staðfest endaligu støðuna hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

Argentina vann 30-29 (17-10) á Tunesia í HM-millumbólki 3. Tað merkir, at bæði Argentina og Tunesia á fimta og sætta plássinum í millumbólki 3 enda á tveimum stigum. Argentina á fimta plássinum hevur eitt stig færri enn Føroyar hava á fimta plássinum í millumbólki 2.

 

Fimmarin í millumbólki 4, Kekkia vann ígjár 32-28 (15-15) á Suðurkorea, men tær fingu bert tvey stig í millumbólkinum.

 

Suðurkorea endaði aftast í millumbólki 4 við ongum stigi.

 

Fimmarin í millumbólki 1, Sveis tapti ígjár greitt 24-36 (9-18) fyri Rumenia. Sveis endaði á fimta plássinum í bólkinum við tveimum stigum.

 

Senegal endaði aftast í millumbólki 1 við ongum stigi. 

 

Sostatt eru Føroyar við trimum stigum besti fimmarin í teimum fýra HM-millumbólkunum, og enda harvið sum nummar 17 av 32 liðum í HM-endaspælinum. Í EM-endaspælinum í 2024 endaðu Føroyar sum nummar 17 av 24 liðum. 

 

In.fo ynskir kvinnulandsliðnum tillukku við góða samlaða avrikinum í fyrsta søguliga HM-endaspælinum.