Føroyar og Grønland vilja hava somu støðu sum hini londini í norðurlendska samstarvinum. Tað gjørdu bæði Beinir Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, greitt á norðurlendska summarfundinum á Marienborg í gjár.
– Vit vilja vera javnbjóðis limir. Tað er púra greitt, at stórur munur er á støðuni hjá teimum londunum, sum hava fullan limaskap, og teimum, sum ikki hava tað, segði Jens-Frederik Nielsen.
Føroyar, Grønland og Áland hava í áratíggju verið við í arbeiðinum í Norðurlandaráðnum saman við Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi. Men sjálvstýrandi londini hava ikki somu formellu støðu sum hini londini.
Ein nevnd arbeiðir nú við at dagføra Helsingforssáttmálan, sum er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum. Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin koma við uppskoti um broytingar, sum kunnu tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis luttøku í samstarvinum.
Ætlanin er, at uppskotini skulu kunna viðgerast í oktober.
Jens-Frederik Nielsen segði, at søgan hevur víst, hvørjar avleiðingar núverandi støðan kann hava.
– Tá mál hava verið viðgjørd í Norðurlandaráðnum, sum viðvíkja Grønlandi, hava vit onkuntíð verið sett uttan fyri dyrnar, tí vit ikki eru partur av tí rætta felagsskapinum. Vit eru eitt B-lið, segði hann.
Beinir Johannesen legði dent á, at talan er um ein grundleggjandi spurning um javnstøðu.
– Vit vilja formliga vera á jøvnum føti við øll hini og kunna luttaka sum øll onnur í tí, sum Norðurlandaráðið og norðurlendska samstarvið fevna um. Vit eru eisini til reiðar at taka á okkum ábyrgdina, sum fylgir við, segði løgmaður.
Grønland hevur áður víst sína ónøgd við støðuna. Landið fór í 2024 at boykotta politiska arbeiðið í Norðurlandaráðnum, eftir at Føroyar, Grønland og Áland ikki vórðu boðin við á ein toppfund.
Við ársskiftið fingu tey trý sjálvstýrandi londini fasta umboðan í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sum er ovasta politiska leiðslan millum árligu fundirnar. Tað er tó framvegis ikki tað sama sum fullur limaskapur.
Jens-Frederik Nielsen gjørdi greitt, at støða Grønlands ikki er broytt.
– Um Grønland ikki kann vera partur av einum javnbjóðis liði í Norðurlandaráðnum, so hevur Grønland ilt við at síggja, hví vit skulu vera við, segði hann.
Helsingforssáttmálin er frá 1962 og varð seinast broyttur í 1995.
Kelda: Ritzau











