Landsstýrið ætlar at yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark.
Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027.
Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað av føroyskum myndugleikum.
Men verandi skipan er ov tung, heldur landsstýrið.
Serliga verður víst á trupulleikan við nýggjum rúsevnum, sum koma á marknaðin.
– Viðvíkjandi rúsandi evnum er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan.
Orsøkin verður mett at vera, at málsøkið framvegis er felagsmál.
Sleppa undan donsku umvegunum
Í dag krevur lóggávan á økinum millum annað kongligar fyriskipanir og kunngerðir, og tað leggur eyka lið afturat tilgongdini.
Tá málsøkið er yvirtikið, kunnu føroyskir myndugleikar sjálvir gera løgtingslógir og kunngerðir á økinum.
– Um føroyskir myndugleikar yvirtaka ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni, stendur í lógaruppskotinum.
Yvirtøkan merkir, at føroyskir myndugleikar fáa bæði lóggávuvaldið og útinnandi valdið á økinum.
Samstundis verður møguligt at laga lóggávuna meira beinleiðis til føroysk viðurskifti.
Lógin hevur røtur aftur til 1956
Føroyska lóggávan um rúsandi evni byggir í dag millum annað á donsku lógina um euforiserende stoffer, sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956.
Lóggávan er síðani broytt fleiri ferðir, seinast við reglum frá 2025.
Føroyar eru eisini bundnar av altjóða skyldum á økinum, millum annað ST-sáttmálum um narkotisk og psykotrop evni.
Verður uppskotið samtykt av Løgtinginum, verður málsøkið rúsandi evni føroyskt sermál frá 1. januar 2027.











