Frihedsbrevet.dk dømt fyri brot á navnaforboð

Blaðstjórin á danska miðlinum Frihedsbrevet, sum eisini eigur føroyska miðilin við danska navninum, Mads Brügger, er dømdur 50.000 kr í bót

Dómurin er fyri at hava brotið eitt navnaforboð.

Tað hevur Københavns Byret avgjørt í dag.

Somuleiðis eru tveir journalistar hjá miðlinum dømdir í málinum og skulu gjalda 25.000 krónur hvør.

Málið snýr seg um fýra greinar, sum vórðu givnar út í august og september í 2022. Í greinunum varð ein kvinna knýtt at einum máli, hóast navnaforboð var galdandi.

Kvinnan varð seinni ákærd fyri svik og misnýtslu av áliti í sambandi við rakstur av einum kreppumiðstøði á Suðursælandi.

Mads Brügger og journalistarnir noktaðu seg sekar og hildu fast við, at teir vóru í góðari trúgv, tá greinarnar vórðu almannakunngjørdar.

– Vit vóru sannførd um, at vit vóru á tryggari grund, segði Mads Brügger við Ritzau undan rættarmálinum.

Men rætturin metti, at greinarnar umrøddu viðurskifti, sum vóru fevnd av navnabanninum, og vísti samstundis aftur, at journalistarnir kundu hava verið í góðari trúgv.

Rætturin legði eisini dent á, at talan var um fýra lógarbrot, men tók hædd fyri drúgvu málsviðgerðini, tí greinarnar vóru útgivnar í 2022, skrivar Ritzau.