SC Magdeburg vil hava Óli Mittún

Føroyska hondbóltsstjørnan Óli Mittún kann vera á veg til týska stórfelagið SC Magdeburg.

Tað skrivar týski ítróttamiðilin Sport Bild, sum veit at siga, at Magdeburg hevur fylgt føroyska spælaranum hjá GOG í longri tíð.

Sambært miðlinum vil týska felagið hava 20 ára gamla føroyingin til felagið í 2027.

Venjarin hjá Magdeburg, Bennet Wiegert, dylir ikki fyri, at hann er hugtikin av føroyska bakspælaranum.

– Hann er ein spælari, sum hevði riggað til øll liðini í Bundesliguni. Hansara yrkisleið kann uttan iva leiða hann til Týsklands fyrr ella seinni. Um tað verður Magdeburg, má tíðin vísa, sigur Bennet Wiegert sambært Sport Bild.

SC Magdeburg er eitt av størstu hondbóltsfeløgunum í Týsklandi og hevur vunnið týska meistaraheitið tríggjar ferðir.

Við javnleiki ella sigri móti SG Flensburg-Handewitt í kvøld kann Magdeburg tryggja sær meistaraheitið aftur. Tað vann Hákun West av Teigum saman við Füchse Berlin í fjør.