Tíðindaskriv:
Røktarheimið hevur í tvey áratíggju verið ein fastur partur av eldrarøktini í økinum og karmur um gerandisdagin hjá nógvum búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum.
Í sambandi við 20 ára dagin verður skipað fyri almennum føðingardagshaldi á Mørkini leygardagin 23. mai kl. 15.00.
Føðingardagshaldið er eitt høvi at líta aftur á árini, sum farin eru, og at takka teimum, sum á ymiskan hátt hava verið partur av heiminum – bæði búfólkum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum, sum hava havt tilknýti til Mørkina.
Øll eru vælkomin at koma framvið og vera við til at halda dagin.
Skráin fyri dagin er hendan:
- Bjóðar vælkomin – Birita B. Iversen, deildarleiðari á Mørkini.
- Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
- Føðingardagsrøða, Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen.
- Føðingardagsrøða – Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.
- 20 ára merkisdagar hjá 4 starvsfólkum. Hesar hava starvast her síðan húsið lat upp.
- Fáa handað gávu frá VEKS.
- Fáa handað gávu frá avvarðandi fakfelagi.
- Starvsfólk fáa høvi at bera fram røðu.
- Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
- Drekkamunnur.
Verið vælkomin!












