Fótbóltssamband Føroya og fimm onnur norðurlendsk fótbóltssambond krevja nú bindandi trygd frá FIFA fyri, at altjóða fótbóltssamgongan ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino.
Fótbóltssamband Føroya stendur saman við fótbóltssambondunum í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi í einari felags fráboðan um støðuna í FIFA.
Boðskapurin frá teimum seks norðurlendsku londunum er greiður:
– Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini.
Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at ætlanir sum FIFA Forward Enterprise ikki verða tiknar fram aftur.
Við hesi ætlanini varð arbeitt við at fáa uttanhýsis íleggjarar inn í partar av virkseminum og kappingunum hjá FIFA. Ætlanin er nú slept.
Norðurlendsku fótbóltssambondini krevja, at FIFA ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í leiðsluni ella kappingunum hjá felagsskapinum.
Vilja hava óhefta kanning
FSF og hini fimm sambondini taka eisini undir við kravinum frá AFC, Concacaf og UEFA um eina fullkomiliga óhefta kanning av allari gongdini kring FIFA Forward Enterprise.
AFC er asiatiska fótbóltssamgongan, Concacaf umboðar Norður- og Miðamerika, meðan UEFA er evropeiska fótbóltssamgongan.
Tey seks norðurlendsku sambondini vilja harumframt hava eina breiðari óhefta kanning av sjálvari leiðsluskipanini í FIFA.
Endamálið skal vera at fáa staðfest, um skipanin tryggjar neyðuga óheftni, eftirlit, javnvág í valdinum, gjøgnumskygni og ábyrgd.
Hetta vóru júst nøkur av høvuðsendamálunum við nýskipanunum, sum FIFA samtykti í 2016.
Gianni Infantino varð valdur FIFA-forseti sama ár eftir stóru mutursgøluna, sum hevði skelkað altjóða fótbóltssamgonguna. Tá legði hann stóran dent á, at FIFA skuldi gerast ein gjøgnumskygdur og væl rikin felagsskapur.
Nú seta Fótbóltssamband Føroya og hini norðurlendsku sambondini spurnartekin við, um tað hevur eydnast.
Danska fótbóltssambandið, DBU, boðaði longu fríggjadagin frá, at álitið á Infantino er burtur, og at sambandið ynskir eitt trúverdugt mótvalevni, tá forsetaval verður í FIFA næsta ár.
/Ritzau/











