Nú bert eitt umfar er eftir at leika í týsku bundesliguni hava Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin góðar møguleikar at tryggja sær annað plássið, ið gevur rætt til at kappast í Champions League komandi kappingarár.
Í kvøld vann Füchse Berlin á útivølli stórsigur 39-28 á MT Melsungen. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum var Füchse Berlin á odda 18-16.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 53 stigum. Flensburg-Handewitt er næstfremst við 51 stigum.
Í seinasta umfarinum, ið verður leikt sunnudagin klokkan 14 verður ein "finala" um annað plássið i Max Schmelling høllini í Berlin. Tá fær Füchse Berlin vitjan av júst Flensburg-Handewitt. Fær Füchse Berlin stig er luttøkan í Champions League tryggjað. Annars mugu teir spæla í EHF European League komandi kappingarár.











