“Onkuntíð flúgva fuglasløg við vindinum innyvir tær føroysku oyggjarnar. Tey lokalu fuglasløgini hava tað við at leypa á tey og jagstra tey avstað. Kanska tað er nakað inngrógvi føroyskt at vera bangin fyri fremmandum?” - anonymur.
Eg gangi ikki inn fyri at byggja lóg og forma generellar meiningar baserað uppá anekdotur. Men her eru nakrar semi-anekdotur frá mær.
Eg veit um eina familju í Danmark. Tey eru sera religiøs. Kvinnan arbeiðir ikki longur. Hon koyrdi buss. Henni dámdi tað ikki so væl og brokkaði seg javnan um hvuss "bíligar" og "horutar" danskar kvinnur hon sá í bussinum lótu seg í. Hon sjúkrameldaði seg í eina óvanliga langa tíð. Ikki tí hon var sjúk, men tí hon vildi heldur vera á A-kassa. Maðurin arbeiðir nógv, er næstan ikki heima. Tey bæði hata homoseksuel. Kalla tey sálarsjúk. Tey eru í veruleikanum ikki serliga glað fyri tað danska samfelagið. Tey eru her tí man tjenar góðar pengar, sum tey kunnu leggja í ognir í teirra heimlandi. Synirnir hjá teimum verða revsaðir við “disiplin", við millum annað at verða sendir í skammikrók. Tey tosa bert teirra egna mál harheima. Dreingirnir luttaka ikki í nøkrum frítíðaraktivitetið saman við øðrum. Tey hava sagt at tey vilja senda dreingirnir til ein serlligan skúla einaferð um vikuna, so tey kunnu styrkja sín upprunaliga etniska uppruna. Tann eldri av dreingjunum hevur longu í 1. flokki trupulleikar við tí danska málinum og er longu komin í hóslag við balladumakarar í fríkorterunum. Har skullu eyka almennar resursir til at fáa hetta upp á rættlag.
Hendan famlijan er pólsk katólsk. Bert ein av fleiri eg kenni, sum hava líknandi lívsstíl.
Har finst eitt øki í Keypmannhavn ið næstan kann lýsast sum ein “ghetto”. Har búgva eini 1700 fólk, har av ein rættuliga stóru partur av fólkunum eru útlendingar úr sama landið. Tá man gongur har, tosa tey eksklusivt teirra egna mál. Man hoyrir tónleik úr teirra landi ljóma úr vindeygunum. Man merkir deymin av matinum úr teirra egna heimllandið. Hesi fólkini hava generelt sæð, onga ambitión um at verða integreraði í tí danska samfelagnum. Tey búgva har, fáa børn og fara heim til teirra heimland eftir fleiri ár av hesum. Onkursvegna er hetta staðið ikki á "Ghetto-listanum" hjá stjørnini í Danmark. Hetta er Oyrasunds-kollegiið og føroyingar eg tosi um.
Eg havi lisið, arbeitt og umgingist m.a. muslimar (bæði sunni og, shia) jødar, katolikkar, kristin (av nógvum ymsum slag), mormonar, wicca, hare krishna, satanistar, og sikkurt fleiri eg ikki minnist beint nú. Eg havi lisið nógv um tær tríggjar stóru abrahamsku religiónirnar: jødadómur, kristindómur, islam. Jahwe, Gud, Allah eru trý orð sum lýsa akkurát tannn sama gudin - gudur Abrahams. Ibrahim kalla muslimar hann. Maðurin sum næstan drap son sín Ísak (Yitzhak, Ismail). Ein søga sum rationell fólkl vildu lýst sum, eitt tað svakasta dømi uppá skizofreni og sálarsjúku, er nakað fleiri milliardir fólk síggja sum eina góða moralska søgu um teirra religiøsa uppruna. Fair nokk.
Tað sum eg royni at siga er, at hesar tríggjar religiónirnar úr miðeysturi, hava nógv meiri til felags, enn tey hava ting sum skilja tey frá hvørjum øðrum.
Kristin fólk (í øllum teirra mongu tulkingum) liva eftir teirra sannføring og reglum tey í ringasta føri, síggja sum havandi utlimativan autoritet yvir stats-lógum. Katolikkar hava kirkjulig ráð sum tey kunnu venda sær til í samband við skilsmissu og reglugerðum sum trumfa statslógina í teirra eygum. Jødar liva eftir teirra Talmud, og hava Beth Din at heita á.
Og halt nú fast - muslimar hava sharia ráð at venda sær til í samband við skilsmissur, vegleiðingar í teirra persónliga andaliga lívi. T.d. hvussu tey skullu biðja, rituelt andlits og handa vasking osfr.. Ongin av hesum ráðum hevur nakað sum helst lógligt mandat yvir statslógum og reglum. Men tey vera góðkend og vird sum ein partur av atrúnaðarliga lívinum hjá hesum gruppunum.
Vit eru í veruleikanum sera heppin, at liva í einum parti av heiminum, har allir átrúnaðir verða virdir og gjørdir pláss fyri, innanfyri okkara samfelag. Tað er nógv arbeiði at skapa harmoni, men tað er bestemt møguligt.
Hvat er tað ikki fantastiskt, at fólk í heiminum eru fødd í júst tað rætta staðnum, í tí rættu øldini, inn í teirra “røttu” religión. Generelt sæð: Um tú ert føddur í India, ert tú eitt slag av hinduisti. Ert tú føddur í Saudi Arabien, ert tú eitt slag av muslimi. Ert tú føddur í Póllandi, ert tú katolikkur. Ert tú føddur í Føroyum ert tú eitt slag av kristnum. Har eru nógv ymisk ting sum eyðmerkja henholdsvís kristin, jødar, muslimar osv. Tað sum eg verið noyddur at peika á eyðmerkir tey øll: Tey eru menniskju. Homo sapiens fødd í einum arbitrerum landi á tí einasti planetini í okkara sólarskipan, har lív eksisterar.
Tað sum tíverri eyðmerkir tey fundamentalistisku religiøsu í øllum heiminum, er at tey ikki duga at síggja forbíð tað arbitrera átrúnaðarliga spjaldrið hjá øðrum. Tað er ein partur av sjálvum fundamentalismu karakterinum at vera hatursfullur móti øllum sum ikki liva og trúgva akkurát eftir sínari egnu tulking av elligomlum tekstum. Tekstir sum eru skrivaðir av fólkum, sum vistu nógv, nógv, nógva ferðir minni um alheimin, vísindi og menniskjasýni, enn vit gera í dag.
Onkursvegna, hava fundamentalistar tað trupult við góðtaka, at ting ikki passa inn í teirra fýrakantaðu, svørt/hvítu heimsmynd. Tann átrúnaðurin tey nú hoyra til, er bara amboðið tey brúka at tugta fólk rundan um seg, at fylgja teirra lívsreglum.
Islamiska revolutiónin í Iran hevur havt ótrúliga negativar konsekvensir fyri tey sum búgva har. Men fólkini sum búgva har, eru menniskju, júst sum tú og eg. Kvinnur og samkynd vilja als ikki liva undir einari slíkum einaræði, men hetta er nú einaferð tað landið, tey vórðu fødd í. Málið og tann ríka mentanin, sum onki hevur við hesar fundamentalistisku dogmurnar at gera, er partur av teirra samleika.
Stjørnin í Myanmar kann ikki góðtaka, at har finnast muslimar í teirra samfelagi. Buddhisman er her eitt hent tól hjá herstjórnini til at fáa meirilutan av buddhistum í landinum at hata og úthýsa muslimum (Rohingya-fólkinum). Stjørnin sjálv dehumaniserar teir, við at upphevja teirra egnu lívsáskoðan sum verandi yvirlegin. Ljóðar hetta kent?
The Lord’s Resistance Army (LRA), við Joseph Kony á odda í Uganda fóru í áratíggju herjandi runt í Uganda og grannaøkjunum við bíbliuni í hond og slátraðu, rændu, píndu, neyðtóku og sadistiskt særdu óteljandi túsundtals ósek menniskju – sum í stóran mun vóru kristin, ið ikki fylgdu teirra bókstavligu reglunum.
Akkurát sum Boko Haram og ISIS bumba og drepa flestu muslimar í teirra egnu økjum, vísir LRA okkum, at tá religiøs ekstremisma fær ræði, snýr tað sig ikki um, hvat fyri tekstir man dýrkar: Øll ósek menniskju gerast offur, eisini teirra egnu andaligu brøður. Tað er ikki átrúnaðurin í sær sjálvum, ið dregur blóð – tað er tann fundamentalistiski óndskapurin handan hann.
Vantandi førleikin at síggja menniskju handan atrúnað og nationalitet er ótrúliga problematiskur. Dehumanisering av fólkum við øðrum uppruna, ger okkum til eitt samfelag fult av kulda, ótta og haturi. Tað er burturav við hesum átrúnaðarligu, nationalistisku tólunum, at vit kollektivt missa evnini til at seta okkum inn í aðrar menniskjalagnur.
Um ein býr og stríðist við at búgva í einum fasistiskum samfelagi sum knappliga verður bumbað í spønir (antin beinleiðis frá ella við hjálp frá vesturheiminum), hava tey lítið annað val, enn at flýggja til eitt meiri stabilt land. Hetta er ikki ringt hjá kristnum skandinavum at seta seg inn í, tá tað hendir við Ukraina, tí tey eisini eru hvít, kristin fólk.
Tá flóttafólk flýggja henda vegin úr Miðeysturi ella Afrika, broytist retorikkurin. Nógv av hesum fólkunum hava livað í kríggi í nógv ár, eru traumatiseraði og hava lært at “hustla” seg ígjøgnum tilveruna fyri yvvirhøvur at yvrliva. So tá tey koma higar, gera sítt besta at læra seg málið og at skapa sær eina tolandi tilveru, so er tað milt sagt, steinur omaná byrðu, at samfelagið fordømir tey. At hvørt einasta ting tey gera í sinum lívið verður kritiserað.
Og hesum atburður frá samfelagnum verður blástemplaður, rættvísgjørdur og uppfordraður av okkara egnu topp-politikarum - alt í í heilaga navninum av “kristindóminum”.
Ein triðja hálv-anekdota:
Tað kann gott vera at eg ikki hoyri til nakra kirkju ellla samkomu. Men eg havi í yvir 25 ár, livað ein “heavy metal” lívsstíl. Man kann saktans samanbera eina konsert við eitt átrúnaðarligt møti.
Vit savnast øll fyri at uppliva nakað, sum gott kann kallast andaligt. Í teimum heilt góðu løtunum kennist tað sum um vit øll eru ein felags organisma, sum virðir og elskar seg sálvan, onnur og sjálvt lívið.
Øll arbitrer spøldur, nationalitetir, kyn og útsjónd eru ikki definerandi eyðmerki av nøkrum einstaklingum í teimum løtunum. Tá vit ferðast til altjóða heavy metal festivalar, møtast vit við fólkum úr øllum heiminum við teirra egnu bakgrundum, mentanum og átrunaðum. Men tað er alt líkamikið. Tí vit síggja hvønn annan sum menniskju burturav. Øll hini tingini eru sjálvandi við til formað okkara persónligheit, men tað tekur onki yvirhøvur vekk frá okkum sum menniskju.
Hetta er vakurt, haldi eg. Sjálvandi eru tað eisini systematiskir trupulleikar við metal umhvørvinum - serliga í mun til kvinnusýn - líkasum tað eru í øllum subkulturum og samfeløgum annars. Hetta er við at loysa seg við sterkum, innanhýsis røddum, sum seta fokus á tað og krevja broytingar. Og um man hevur bara eitt sindur av sjálv-viðurkenning, mennir man seg til tað betra. Tað áttu vit øll at verið betri til.
Tað hevur søguliga víst seg at verið heldur trupult hjá konservativum, átrúnaðarligum bólkum at hava nakran form fyri sunnari sjálv-viðurkenning. Gjøgnum sosialt kontrol og indoktrinatión hava kirkjur og samkomur gjørt seg sjálvan immunar yvirfyri innanhýsis kritikki. Man hevur søguliga verið útihýstur, um man kritiseraði ella veik frá avoldaðum standardum hjá sínum egna baklandi.
Tí er tað enn neyðugt við eksternum kritikki av organiseraðari religión. Tað skal nemliga ótrúliga lítið til, áðrenn makt ger fremmandahatur til nakað púra normalt.
Vit eru ikki territoriu-verjandi krákur ella kjógvar, sum skulu leypa á alt sum sær øðrvísi út.Okkara høga intellekt og rationali kann lyfta okkum upp um henda „krybdyr“-mentalitetin.
Vit eru før fyri mentalt at flúgva upp í hæddirnar – upp har sum súlan sveimar púra frítt yvir havinum og sær heildina, ella har sum smyrilin stingur sína sjón púra skarpt eftir veruleikanum.
Hav sjálvsvirði til ikki at lata ávísar politikarar fortelja tær, hvønn tú skalt hata ella jagstra avstað. Møt fólki har tey eru, tosa við tey við opnum sinni, og góðtak munin á fuglaljóðum. Finst at haturinum, órættvísinum og diskriminatiónini – eisini tá krákurnar rópa harðast.
John Ivar Venned











