Funnu grind í Havn – men kaggarnir framvegis fullir

Tí varð avgjørt ikki at halda grindini til

Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind.

Men framvegis verður mett, at havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa.

Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.