Garnaskip smáligan fiskiskap eftir svartkalva

Í løtuni eru fýra djúpvatnstrolarar á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini nakað av svartkalva og blálongu

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap á landgrunninum. Teir fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítfiski.

 

- Eitt partrolarapar er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Fýra djúpvatnstrolarar eru eisini á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini nakað av svartkalva og blálongu.

 

- Tveir av djúpvatnstrolarunum koma inn at landa mánadagin. Hinir landa neyvan fyrr enn í aðru viku.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru á Skeivabanka og fiska havtasku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava smáligan fiskiskap, men bæði koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftat.