Tikin fyri at smugla 1,9 kg av hassji

Ein ungur maður varð tikin á flogvøllinum í Vágum við stórari nøgd av hassji

Ein ungur maður úr Danmark var tikin á flogvøllinum í Vágum í gjár. Hetta var klokkan 19:38, at hundurin hjá tollvaldinum varnaðist okkur tí viðførinum hjá unga manninum. Har varð funnin ein stór nøgd av hassji. Maðurin varð afturhildin, og løgreglan handtók mannin. 

Á politistøðini varð hassjið vigað, og vísti tað seg vera 1,9 kg.

Maðurin skuldi fyri rættin í morgin við kravið um varðhaldsfongsling. Men eftir at hava tosað við verja sín, so játtaði hann seg sekan í øllum. Tí fekk hann ein sokallaðan strakstóm, sum ljóða upp á fýra mánaðir fongsul. 

Maðurin varð síðani leyslatin og verður innkallaður at sita dómin seinni.