Landsliðsleikarin, Martin Agnarsson hevur longt sáttmálan við Aarhus Fremad til summarið 2027. Aarhus Fremad spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í samrøðu við Youtube-rásina hjá Aarhus Fremad staðfestir Martin, at tað hevur gingist væl á vøllinum við nógvum málstigum, málum og uppleggum. Hann trívist eisini væl uttanfyri vøllin, og dregur eisini fram samanhaldið millum leikararnar.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna. Martin leggur fyri við at tosa føroyskt:
##med2##











