- Øll árini um Skúvoyarfjørð er tað næstan ikki komið fyri, at vit hava vent aftur á hálvari leið. Hetta vísir, hvussu væl lokalu avgreiðslufólkini duga at skyna á, hvussu líkindini eru

Jóhan Petur Hentze trívist væl á Skúvoyarleiðini

- Eg búgvi næstan niðri á kaiini á Sandi, so tað er eitt hanagleiv oman til bátin og til hús aftur millum túrarnar, sigur hann

 

- Øll árini um Skúvoyarfjørð er tað næstan ikki komið fyri, at vit hava vent aftur á hálvari leið. Hetta vísir, hvussu væl lokalu avgreiðslufólkini duga at skyna á, hvussu líkindini eru

Hóast Jóhan Petur Kjartansson Hentze á Sandi longu hevði havt eitt langt og hendingaríkt lív á sjónum, áðrenn hann yvirhøvur fór at sigla fyri Strandfaraskip Landsins, kundi hann í fjør vár hátíðarhalda, at hann hevði siglt fyri strandferðsluna í eina fjórðings øld.

Hann byrjaði at sigla fyri SSL sum avloysari við Trónda um Skopunarfjørð við Eyðuni Holm sum skipara á vári í 2000, men tá Sólvit Simonsen, sáli og táverandi skipari á Sildberanum, gjørdist pensjóneraður sama heyst, fekk Jóhan Petur fastan kjans við Sildberanum á leiðini um Skúvoyarfjørð hin 1. november sama ár.

Í dag er maðurin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 15 ára gamal við Polli og hevur upplivað nógv á sjónum síðan henda dag, vorðin 70 ár. Hann er væl fyri og hevur sum er ongar ætlanir um at gevast. 

- Jú, heilsan hevur verið góð. Eg havi tímað hetta væl, og tað geri eg framvegis. Higartil hevur tað gingið væl at fáa heilsuváttanina, sum krevst, upp á pláss. Eg búgvi næstan niðri á kaiini á Sandi, so tað er eitt hanagleiv oman til bátin og til hús aftur millum túrarnar.

Jóhan Petur heldur, at manningin við Sildberanum hevur eina góða skipan við 14 døgum umborð og 14 døgum í landi. Um veturin er tað veður, streymur og sjóvarfall, sum gera av, hvussu siglingin um fjørðin er.

 

Nærløgd avgreiðslufólk

- Tað slepst ikki undan, at tað eru avlýsingar á farleiðini um vetrarnar. Vit hava góð avgreiðslufólk í Skúvoy, sum duga væl at meta um, hvørt atkomandi er ella ei, og vit fáa góða kunning haðani.

Jóhan Petur, ið vit kunnu siga er høvuðsskipari á Sildberanum, sigur, at tað eisini kemur fyri á vetrardegi, at onkur túrur verður forskotin, tí tað passar betri við sjóvarfalli, bæði um fjørðin og við atløgu í Skúvoy.

- Hinvegin kemur tað næstan ikki fyri, at vit eru vendir aftur á einum túri, sum er byrjaður, og hetta er ikki minst dugnaligu avgreiðslufólkunum í Skúvoy fyri at takka, tí menn eru nærlagdir, kenna umstøðurnar og duga væl at skyna á veðrinum.

Hann sigur, at um hann sum skipari ivast í, um komandi er at í Skúvoy, verður ringt út til avgreiðslumenninar at spyrja, og er ikki atkomandi, skulu boðini eisini latast SSL, sum síðan sendir boðini út í sms-skipanina og leggur tey út á heimasíðuna. 

- Øll árini, eg havi siglt um Skúvoyarfjørð, er tað næstan ikki komið fyri, at vit hava vent aftur á hálvari leið, og hetta vísir bara, hvussu væl lokalu avgreiðslufólkini duga at skyna á, hvussu líkindini eru.

Jóhan Petur leggur aftrat, at Sildberin liggur altíð bundin, tá lagt verður at í Skúvoy, og tað heldur hann er ein ávísur tryggleiki í sær sjálvum. 

- Siglir tú við ferðafólki á slíkari farleið, har trupult kann vera við atløgu á vetrardegi, tekur tú tær sjálvsagt eingi óráð fyri sum skipari við ábyrgd fyri ferðafólki, manning og skipi. 

Hann sigur, at tú lærir eisini at liva við uppgávuni og ábyrgdini, og sum tíðin gongur verður hetta ein náttúrligur partur av at vera skipari.

- Vit eru tveir navigatørar umborð á Sildberanum í senn, harav annar virkar sum maskinmaður og stýrimaður, og hin er skipari, sigur Jóhan Petur.

 

Tunnilin ávirkar 

Síðan Sandoyartunnilin læt upp, hava fleiri ferðafólk verið á leiðini um Skúvoyarfjørð, serliga í summarhálvuni. 

- Fellir tað á gott veður um páskirnar, byrjar ferðafólkastreymurin so smátt um hesa tíðina, og hann heldur sær til nakað út á heystið, sigur hann.

Jóhan Petur vísir á, at í summarhálvuni er talan bæði um bólkatúrar, familjur og einstaklingar, sum vitja í Skúvoy, og tað er eisini onkur, sum leigar sær nakrar nætur í summarhúsi í oynni. 

- Tað er serliga í serliga í summarhálvuni, at nógv ferðing er um Skúvoyarfjørð og so um heystarnar, tá fjøllini verða gingin, og skurðurin verður tikin. 

Skiparin vísir á, at tey fastbúgvandi í Skúvoy eru so fáment í dag, og onkur hava børn og familjur aðrastaðni, sum tey fara av oynni at vitja. Tí kemur heldur ikki tað stóra talið av fólki í oynna um høgtíðirnar, sum tað kundi vera fyrr.

- Nei, her eru tíverri ikki so nógv fastbúgvandi fólk longur at vitja. Tó er helst ljós í nøkrum fleiri húsum í Skúvoy á jólum og um páskirnar enn vanligt uttanfyri háárstíðina, sigur Jóhan Petur.

Hann vísir á, at frá 1. mai til 1. oktober hevur Sildberin loyvi at sigla við 50 ferðafólkum um Skúvoyarfjørð, og í vetrarhálvuni er talið 30.

- Nakrir túrar liggja fastir frá mánadegi til fríggjadag, sum altíð verða sigldir, tá líkindi eru, men flestu túrar í ferðaætlanini eru tilkallitúrar, og her verður siglt um bert ein ferðandi hevur biðið um sigling annan vegin, sigur skiparin.

Allir túrar leygardag og sunnudag eru tilkallitúrar.

Hann vísir á, at bíleggingarskipanin til Sildberan, sum er rættiliga nýggj, riggar ordiliga væl, og her skal túrurin bíleggjast tveir tímar fyri fráferð. Fimm pláss eru altíð løgd av til tey lokalu i oynni, og hetta er ein skipan, sum hann heldur, at skúvoyingar eru glaðir fyri.

- Nú kunnu vit hyggja inn á telefonina hálvan annan tíma fyri fráferð og síggja, um onkur bílegging er, og hetta ger, at telefonin ringir minni. 

Tað er umráðandi, sigur skiparin, at føroyingar, sum bíleggja túrar á farleiðini, eisini skráseta p-talið, tá bílagt verður.  

- Gera ferðafólk ikki tað, verður prísur hin sami, sum útlendingar gjalda, og tað er væl meira enn vanligi ferðaseðlakostnaðurin er, sigur hann.

 

Eitt gott skip

Jóhan Petur sigur, at Sildberin er eitt gott skip, og hann sigur, at skipið, sum er nakað størri enn gamli Sildberin var, er vælegnaður til hesa farleið.

- Í ringum líkindum rulla øll skip, men gamla skipið rullaði illa, og skipið rullaði í øllum veðri. Hetta skipið, sum er meira flatbotnað, er nakað heilt annað, og her hava ferðafólkini tað nógv betri umborð. 

Hann vísir á, at gamli Sildberin lá tungur í sjónum, og vindeyguni vóru næstan altíð undir í sigling. Umborð á hesum skipinum hava ferðafólk nógv betri útsýni.

- Hurðin út úr salongini gongur aftureftir, og stendur altíð opin. Á gamla skipinum var hurðin á síðuni, og neyðugt var at hava hana stongda, tí skipið lá so tungt í sjónum.

Jóhan Petur vísir á, at Sildberin, sum hevur tveir høvuðsmotorar og ein ljósmotor, siglur skjótari, og skipið hevur eisini krana, sum gamla skipið ikki hevði.

- Tað er heilt vist, at eg hevði ikki verið í starvi sum skipari um Skúvoyarfjørð øll hesi árini, um vit framvegis høvdu gamla Sildberan á farleiðini. Tað hevði eg neyvan orkað, leggur hann aftrat.

Skrokkurin á Sildberanum er úr stáli, og yvirbygningurin er úr aluminium. 

 

Byrjaði sum ungur

Ætlanin var ikki, at Jóhan Petur Kjartansson Hentze skuldi gerast sjómaður sum 15 ára gamal, og hetta lá ikki í kortunum, tá hann varð liðugur við barnaskúlan.

- Eg hevði eina systir í Fuglafirði, so eg byrjaði í realskúlanum har norðuri. Men, her var eg ikki leingi, tí longu eftir heystfrítíðina í 1. real, fór eg ikki í skúla aftur.

Skjótt byrjaði sjólívið hjá Jóhan Peturi, eftir at hann sum 15 ára gamal hevði verið sín fyrsta túr við Polli.

Hann fór við Ranafossi, sum var ein stállínubátur, og hetta var undir Føroyum. Síðan gjørdist skipið Tummas T. Hetta var á saltfiski á Flemish Kap, og her var hann við bæði vártúrin og heysttúrin – ella í umleið eitt ár tilsamans.

Í 1972 fór hann til Ný Foundlands á saltfisk við síðutrolaranum, Leivi Øssurssyni, og hann heldur, at hetta var seinasti túrur hjá skipinum á saltfiski. Teir fóru yvir seint í januar, so hetta var ein túrur, sum byrjaði á hávetri.

Í sjeytiárunum var Jóhan Petur eisini við línubátinum, Morgunroðaum, undir Føroyum, og eitt vár vóru teir eisini í Íslandi.

Hann róði út við størri útróðrarbáti í Íslandi í seinnu hálvu av sjeytiárunum. Hetta var í vártíðini, og teir royndu við gørnum. Veiðan var toskur, og tá gýtingin var liðug, var hesin útróður eisini liðugur.

Tað var á heysti í 1976, sum hann kom heimaftur úr Íslandi fyrr um árið, at hann fór á skiparaskúla og eitt ár seinni tók prógv sum skipari.

Eftir skiparaskúlan var hann eitt ár við saltfiskalínuskipinum, Borðoyarnesi, heysttúrin í 1977 og vártúrin í 1978.

Spurdur, hvussu agn og lína fóru við hendrunum, letur hann illa at.

- Jú, hendurnar fórust illa, og at enda var ikki meira, enn tú fekst splittuna upp og aftur, sum hann brosandi tekur til. 

Men, tá visti tú ikki um nakað annað, og møguleikarnir vóru ikki so nógvir, sum teir eru í dag.

Hann heldur fyri, at var hetta í dag, hevði eingin farið ein slíkan túr, tí hesir túrar kundu bæði vera langir og strævnir.

- Nei, ungdómurin tímir ikki tað, sum vit tímdu. Sum stórir smádreingir kapprunnu vit úr skúlanum og í egningarskúrin, so tú fekst nakrar stampar. Í dag sært tú ikki dreingirnar í skúrunum, og tú sært teir neyvan heldur í fjøruni, sum hann tekur til.

 

Síðan í Eystursjógvin

Áðrenn Jóhan Petur fór í Eystursjógvin at fiska við Heldarstindi um páskirnar í 1980, róði hann út við útróðrarbátinum, Antares. Teir róðu við línu um veturin og vóru í Íslandi við snellu um summarið.

- Teir fyrstu føroysku trolbátarnir í Eystursjónum vóru Barðið og Heldarstindur. Her var nógvur toskur at fáa. Mær dámdi sera væl, og her var gott veður um summarið.

Vit skulu ikki gera burtur úr hendingini í hesi greinini, men tað hoyrir við upp í søguna, at Jóhan Petur var skipari á Heldarstindi á túrinum, tá teir vórðu raktir av sinnopsgassi, sum vit hava hoyrt nógv um.

- Birgir Nielsen var skipari, og eg loysti hann av, og á júst hesum túrinum í 1984 var eg skipari, sigur hann álvarssamur.

Søgan um Heldarstind endar í 1990, tá skipið sakk á einari leið millum Bornholm og Svøríki, eftir at skipið var farið at leka í botninum.

- Eg hevði verið heima í feriu og var júst á veg niðuraftur, tá Heldarstindur fór at leka og sakk, men tíbetur kom manningin væl burturúr skipsbrotinum, sigur Jóhan Petur.

Men, sjólívið hjá skiparanum á Sildberanum endar ikki her, áðrenn hann fer umborð á Teistan sum avloysari í vári ár 2000.

- Eftir at hava verið við Heldarstindi, var eg við ídnaðarskipinum, Neshamri í eitt hálvt ár, áðrenn eg fór umborð á flakatrolara í Noregi, og her var eg við sama skipi til á heysti í 1999, sum eg byrjaði hjá SSL á vári árið eftir, sigur hann.

At enda leggur Jóhan Petur Kjartansson Hentze aftrat, at við norska trolaranum fiskaðu teir bæði í Barentshavinum, Grønlandi, Kanada og í Irmingarhavinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

- Øll árini um Skúvoyarfjørð er tað næstan ikki komið fyri, at vit hava vent aftur á hálvari leið. Hetta vísir, hvussu væl lokalu avgreiðslufólkini duga at skyna á, hvussu líkindini eru