Tað var um midnáttarleitið, at løgreglan fekk fráboðan frá fólki, sum sá tveir mans gera seg inn á bilar í Tvørgøtu og Brekkugøtu í Havn. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, so hava menninir verið inni í fleiri bilum og rótað í teimum. Eisini er herverk fram á onkrar bilunum, sum hava fingið buglur.
– Men vit vita ikki, hvussu nógvum bilum teir hava verið í. Tí heita vit á fólk, sum eiga bilar, sum standa har, um at kanna bilarnar og vita, um nakað er tikið ella um nakað er skatt, sigur vaktleiðarin.
Menninir, sum eru útlendingar, liggja í brummuni á politistøðini. Teir vóru ávirkaðir og ikki førir fyri at verða avhoyrdir, sigur vaktleiðarin. Men tað verða teir, tá teir koma fyri seg aftur.
Higartil er talan um fimm bilar, sum menninir hava verið í ella gjørt seg inn á.
Tað var eitt vitni, sum sá tilburðin, sum boðaði løgregluni frá.
Vaktleiðarin sigur, at av tí at fleiri av bilunum ikki vóru læstir, so vita tey ikki, um teir hava verið í øðrum bilum eisini.











