Fyrr í dag høvdu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu torføran arbeiðssetning í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í Svendborg Arena tók GOG ímóti grundspælsvinnarunum og verandi meistarunum, Aalborg.
Aalborg vann dystin 36-34. Í steðginum var Aalborg eisini á odda við tveimum málum. Tá var støðan 17-15.
Óli skoraði fimm mál, og hann legði eisini upp til seks mál (assist).
Aalborg er fremst í bólki 1 við seks stigum. Fredericia hevur fýra stig, og GOG hevur trý stig. Skjern er aftast við tveimum stigum.
Komandi leygardag klokkan 17 spælir GOG dyst á útivølli móti Fredericia.












