Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen eru í harðari kapprenning um annað plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann GOG á útivølli stórsigur 37-25 á Ringsted. Óli og liðfelagarnir vóru á odda 17-13 í steðginum.
Óli skoraði trý mál, legði upp til trý mál (assist), og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.
GOG er nummar trý í deildini við 31 stigum. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus er næstfremst við 32 stigum. Aalborg er langt fremst við 46 stigum fyri 23 dystir.
Nú stendur á gomlum nøglum hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus og Jónasi G. Djurhuus, og liðfeløgunum í HC Keypmannahavn í næstbesti deildini.
HC Keypmannahavn tapti á útivølli 31-37 fyri Kolding. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni, og í steðginum var føroyingaliðið aftanfyri 12-20.
Janus skoraði fimm mál, Jónas skoraði fýra mál, og Leivur skoraði tvey mál.
HC Keypmannahavn er triðaftast í deildini við 11 stigum. Nú bert tríggir dystir eru eftir at leika hava teir fýra stig upp til liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel sum er á sera týðandi fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í deildini.
Komandi mikukvøld klokkan 18.30 má HC Keypmannahavn syrgja fyri at vinna á Lemvig-Thyborøn á útivølli, og so vóna, at Vendsyssel sama kvøld tapir fyri Rækker Mølle.











