Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes fingu fyrr í dag ein ordans lúsing í Vår Energi Arena í Sandnes.
Stórliðið Kolstad, ið var á vitjan vann ein knúsandi 40-16 sigur á Sandnes. Í fyrra hálvleiki stóð frægari til, og í steðginum var Kolstad á odda 16-10.
Pauli bjargaði sjey av 31 málroyndum. Harímillum var ein brotskastsbjarging. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra bjargaði fýra av 19 málroyndum.
Sandnes er aftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við 10 stigum. Halden hevur 10 stig á næstaftasta plássinum, og Bækkelaget hevur 12 stig á triðaftasta plássinum.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes dyst á á heimavølli móti Sandefjord. Talan er um fjórðseinasta dystin í grundspælinum.











