Hanus og liðfelagarnir vunnu stórt á toppliði

NK Triglav er tó 10 stig frá einum møguligum uppflytingarplássi

 

Mynd: NK Triglav

Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Triglav vunnu ein flottan stórsigur í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini ígjár.

 

NK Triglav hevði vitjan av toppliðnum, Grosuplje. Hanus og liðfelagarnir vunnu 4-0 aftaná 2-0 leiðslu í steðginum.

 

Toni Vinogradac við tveimum málum, og Marko Brkić og Jakob Cukjati syrgdu fyri málunum hjá heimaliðnum.

 

NK Triglav er nummar fimm í deildini við 35 stigum. Teir eru 10 stig aftanfyri Grosuplje, ið er næstfremst í deildini við 45 stigum. Oddalið er Nafta við 46 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 16 hevur NK Triglav aftur heimadyst. Tá kemur Ilirija á vitjan. 

 

 

 

Mynd: NK Triglav