Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy halda fast í oddasessinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini nú fimm umfør eru eftir at leika.
Bergsøy er fremst við 37 stigum. Viking TIF og Bodø hava 35 stig hvør.
Í dag vann Bergsøy ein knúsandi 38-23 stórsigur á Bjørnar á heimavøllinum í REM Arena í Fosnavåg. Í steðginum var Bergsøy frammanfyri við átta málum, 20-12.
Pauli skoraði trý mál.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Tiller.











