Háldan Haldansen keypir P/F Dekksentrið

Kappingarráðið hevur fingið fráboðan um, at felagið Sp/f HPA hjá Háldan Haldansen í Vestmanna yvirtekur P/f Dekksentrið í Havn frá Gunnar Justinussen og Rúna Lindberg.

Kappingareftirlitið skrivar, at tey hava fingið fráboðan um, at Sp/f HPA yvirtekur P/f Dekksentrið.

 

Yvirtøkan fer fram við, at verandi partaeigarar taka út vinningsbýti og partapeningurin í P/f Dekksentrinum verður lækkaður til null og, og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av Sp/f HPA.

 

Sp/f HPA hevur virksemi innan fiskivinnu. Í fráboðanini verður eisini greitt frá, at felagið virkar sum holdingfelag og eigur í feløgunum:

 

  • Sp/f HKO: rekur línubátin VN 700 Vesturhavið.
  • Sp/f H-Trade: fæst við fiskasølu og selur fyrst og fremst fiskin hjá Vesturhavinum.
  • Sp/f Vest Invest: hevur virksemi innan byggivinnuna og eigur 50% av Sp/f DHS.
  • Sp/f DHS: arbeiðir innan undirhaldsvinnu og rekur diskotekið Luux; felagið eigur harumframt 40% av Nudlavirkinum.

 

P/f Dekksentrið hevur virksemi innan sølu av dekkum og hevur eisini nakað av mekaniskum umvælingum.

 

P/f Dekksentrið hevur fram til transaktiónina verið ogn hjá Sp/f 1. september 1998 og Sp/f Kvilt, sum ávikavist Gunnar Justinussen og Rúni Lindeberg eiga.

 

Dekksentrið varð stovnað í 2009.

 

##med2##