Koyrdi uttan góðkent koyrikort

Ert tú útlendingur í Føroyum, so eigur tú at tryggja tær, at tú hevur galdandi koyrikort

Tá løgreglan seinnapartin í gjár gjørdi ferðmátingar, vórðu nøkur mál skrivað. 

Millum Fjarða var ein bilførari máldur til at koyra 110 km um tíman. Tað fær hann klipp í koyrikortið fyri umframt eina bóta. Hann var heppin, at hann ikki fekk treytaða frádøming, tí hann var júst á marikinum til tað.

Í Klaksvík varð ein bilførari tikin fyri at koyra fyri reytt ljós, og ein sum koyrdi »uttan førararætt«, sum tað eitur á politimáli. Talan var um ein útlending, sum ikki hevði umbýtt útlendska koyrikortið til føroyskt koyrikort, soleiðis sum hann skal innan fyri 180 dagar.

Vaktleiðarin sigur, at tað átti viðkomandi at vitað, og at tað verður mett sum at koyra uttan koyrikort og verður revsað hareftir. 

Talan var í hesum føri um persón, sum kemur frá landi uttan fyri Schengen-avtaluna. Um hann var frá einum Schengen-landi, so hevði hann havt eitt ES koyrikort og kunna koyrt í longri tíð í Føroyum. Men eisini teir útlendingarnir eiga at fáa sær koyrikortið býtt um, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.