Hebridean Sky vitjaði Vág

Mynd: D. Olsen

Í gjár vitjaði ferðafólkaskipið Hebridean Sky í Vági.

 

Ferðafólkini vóru í landi og vitjaðu ymisk serstøk støð og fyritøkur.

 

Skipið kom á Vág klokkan 13.30 úr Kirkwall og loysti aftur klokkan 18.00 við kós móti høvuðsstaðnum.

 

Umborð vóru 99 ferðafólk – tey flestu úr Bretlandi, men eisini gestir úr Sveis, USA og Írlandi – og manningin taldi 80.

 

MB Tours stóð fyri útferðunum, og Tor Shipping var umboðsfelag, upplýsir Vágs kommuna á vagur.fo.

 

Mynd: D. Olsen