Demokratiski vinstravongurin vinnur týðandi val í Michigan

Demokratiski politikarin Abdul El-Sayed vann í dag undanvalið hjá Demokratunum um at gerast floksins valevni til eitt av umboðunum hjá Michigan í amerikanska senatinum.

Abdul El-Sayed fegnast saman við stuðlum sínum eftir sigurin í undanvalinum hjá Demokratunum í Michigan. Nú skal hann royna at vinna sess í amerikanska senatinum á valinum í november. (Mynd: Rebecca Cook/Reuters/Ritzau Scanpix)

41 ára gamli El-Sayed fekk 48,5 prosent av atkvøðunum, meðan moderata mótvalevnið Haley Stevens fekk 47,5 prosent, tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar.

 

Sigurin verður mettur sum ein stórur sigur hjá vinstraveinginum í Demokratiska flokkinum.

 

– Við orðunum hjá Muhammad Ali: Vit skelkaðu heimin, segði Abdul El-Sayed eftir valið við sipan til kendu orðini hjá amerikonsku boksilegenduni.

 

Í november skal El-Sayed royna at vinna senatsessin frá republikanaranum Mike Rogers, sum ikki hevði mótvalevni í undanvalinum hjá republikanarum.

 

Abdul El-Sayed hevur millum annað gjørt seg til talsmann fyri almennari heilsutrygd, fíggjað av skattum, og hevur eisini kallað framferðina hjá Ísrael í Gaza fyri fólkadráp.

 

Sigurin kann elva til nýtt kjak um, hvørja kós Demokratiski flokkurin skal hava framyvir, bæði í búskaparpolitikki og í uttanríkispolitikki.

 

Vinstravongspolitikararnir Bernie Sanders og Elizabeth Warren stuðlaðu El-Sayed, meðan Haley Stevens hevði stuðul frá millum øðrum demokratiska oddamanninum í Senatinum, Chuck Schumer, og guvernørinum í Michigan, Gretchen Whitmer.

 

Eftir undanvalið hava Chuck Schumer og aðrir demokratiskir oddafólk boðað frá, at flokkurin nú stendur saman um at vinna senatsessin og styrkja møguleikarnar hjá Demokratunum á miðvegsvalinum 3. november.

 

Abdul El-Sayed fegnast saman við stuðlum sínum eftir sigurin í undanvalinum hjá Demokratunum í Michigan. Nú skal hann royna at vinna sess í amerikanska senatinum á valinum í november. (Mynd: Rebecca Cook/Reuters/Ritzau Scanpix)