Hetta skrivar Føroya Fólkaháskúli á sínum vanga á facebook.
Um nýggju undirvísararnar verður m.a. sagt soleiðis:
Føroya Fólkaháskúli hevur sett Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard í starv sum undirvísari.
Ragnhild er útbúgvin skræddari og hevur bachelor- og kandidatútbúgving í design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Við drúgvum royndum sum yrkislistafólk hevur Ragnhild arbeitt við framsýningum, verkstovum, undirvísing og miðling bæði í Føroyum og uttanlands, við serligum denti á føroyska ull, handverk og skapandi tilgongdir. Umframt sín listarliga praksis hevur Ragnhild drúgvar royndir í at arbeiða í skapandi umhvørvum og vegleiða ymiskar málbólkar.
-
Føroya Fólkaháskúli hevur sett Gunnhild Dahl Niclasen í starv sum undirvísari.
Gunnhild hevur eina MA í humanvistfrøði frá Lunds Universiteti við denti á mentan og burðardygd, umframt BA í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya. Við royndum innan undirvísing á miðnámi og yrkisnámi, lestrarvegleiðing og verkætlanararbeiði, hevur Gunnhild drúgvar førleikar at skapa lærandi og virkin umhvørvi. Gunnhild hevur eisini fjølbroyttar royndir innan umhvørvisátøk, felagsvirksemi og frítíðararbeiði, og hevur ein serligan áhuga fyri ungdómi, náttúru, burðardygd og tvørfakligum arbeiði.










