Tað gongur fram av einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News.
– Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna eisini, at mistøk vórðu gjørd, eftir at uppskotið lak til miðlarnar, stendur í brævinum, sum bæði Gianni Infantino og aðalskrivarin í Fifa, Mattias Grafström, hava skrivað undir.
Í brævinum biðja teir um umbering fyri mistøkini og lova, at ein gjøgnumgongd verður gjørd, so líknandi støður ikki endurtaka seg. Úrslitið av kanningini verður lagt fyri Fifa-ráðið á næsta fundinum.
Hetta er fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðani Fifa legði fram – og stutt eftir dró aftur – uppskotið um at selja partar av HM-kappingunum til privatar íleggjarar.
Sama bræv staðfestir eisini, at leiðslan í Fifa framvegis hevur fullan stuðul til Gianni Infantino, hóast hann seinastu vikurnar hevur verið fyri hørðum atfinningum.
Millum annað hevur Uefa boðað frá, at álitið á Fifa er burtur, og danska fótbóltssambandið DBU, føroyska fótbóltssambandið FSF og onnur hava eisini sagt, at tey ikki longur hevur álit á Infantino.
Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales hava harumframt tikið stuðulin til eitt møguligt afturval av Infantino aftur, og í gjár skuldsetti forsetin í jordanska fótbóltssambandinum Fifa fyri trýst og avpressing undir HM í summar.
Gianni Infantino hevur kortini boðað frá, at hann ætlar sær at stilla upp aftur sum forseti í Fifa fyri valskeiðið 2027 til 2031.











