Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel er tryggjað eitt pláss í bólkaspælinum í EHF European League.
Liðið hjá Vilhelmi Poulsen (myndin), Hannover-Burgdorf, liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof, og liðið hjá Jóhannesi Bjørgvin, Stjarnan mugu spæla tveir kvalifikasjónsdystir um rættin at kappast í bólkaspælinum. Tað mugu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eisini.
Vilhelm og liðfelagarnir skulu spæla móti HC Alkaloid úr Norðurmakedonia. Ísak og liðfelagarnir í Sävehof skulu spæla móti HK Malmö. Jóhannes og liðfelagarnir í Stjörnuni skulu spæla móti CS Minaur Baia Mare úr Rumenia. Tróndur og liðfelagarnir í HF Karlskrona møta KGHM Ghrobry Glogów úr Póllandi.
Vónandi eydnast tað øllum føroyingaliðunum at tryggja sær pláss í bólkaspælinum. Kvalifikasjónsdystirnir vera spældir millum 30. august og 7. september.
Lutakastið sær soleiðis út:
Bólkur A:
SG Flensburg-Handewitt (GER)
AHC Potaissa Turda (ROU)
Vinnarin: Mors-Thy Handball (DEN) vs Saint-Raphael Var Handball (FRA)
Vinnarin: Irudek Bidasoa Irun (ESP) vs ABC De Braga (POR)
Bólkur B:
Montpellier Handball (FRA)
REBUD KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski (POL)
THW Kiel (GER)
Vinnarin: BSV Bern (SUI) vs MRK Čakovec (CRO)
Bólkur C:
Fraikin BM Granollers (ESP)
RD LL Grosist Slovan (SLO)
Vinnarin: SAH - Skanderborg (DEN) vs Marítimo da Madeira Andebol SAD (POR)
Vinnarin: CS Minaur Baia Mare (ROU) vs Stjarnan (ISL)
Bólkur D:
FC Porto (POR)
Fram (ISL)
Vinnarin: Elverum Håndball (NOR) vs Bathco BM Torrelavega (ESP)
Vinnarin: Gorenje Velenje (SLO) vs HC Kriens-Luzern (SUI)
Bólkur E:
MT Melsungen (GER)
FTC-Green Collect (HUN)
Sport Lisboa e Benfica (POR)
Vinnarin: KGHM Chrobry Glogów (POL) vs HF Karlskrona (SWE)
Bólkur F:
IFK Kristianstad (SWE)
HC Vardar 1961 (MKD)
Fenix Toulouse (FRA)
Vinnarin: MRK Dugo Selo (CRO) vs MRK Sesvete (CRO)
Bólkur G:
Fredericia Håndboldklub (DEN)
Tatran Prešov (SVK)
Vinnarin: RECKEN - TSV Hannover-Burgdorf (GER) vs HC Alkaloid (MKD)
Vinnarin: IK Sävehof (SWE) vs HK Malmö (SWE)
Bólkur H:
Kadetten Schaffhausen (SUI)
RK Nexe (CRO)
ABANCA Ademar León (ESP)
Vinnarin: RK Partizan (SRB) vs HCB Karviná (CZE)