Tíðindaskriv:
HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvspartnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligt virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligum rakstri.
Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:
* hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,
* hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,
* og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.
Formula – undangonguvirki á sínum øki
Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.
Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.
Ein fegin stjóri staðfestir:
- Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.
Vinnarin av virðislønini - HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER - verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2026
##med2##












