Miljan Vujović: Vit mugu royna at klára trýstið frá føroysku áskoðarunum

Føroyar spæla EM-dyst móti Slovenia klokkan 19.30 í kvøld

Mynd: Handballstatz.de

Í kvøld klokkan 19.30 spælir føroyska manslandsliðið triðja og seinasta dystin í innleiðandi EM-bólki D.

 

Í Unity Arena uttanfyri Oslo møtast Slovenia við fýra stigum og Føroyar við trimum stigum. Klokkan 17 møtast Sveis og Montenegro. Sveis hevur eitt stig, meðan Montenegro einki stig hevur.

 

Tað er øllum Hondbólts-Evropa greitt, at ótrúligu føroysku áskoðararnir gera ein ótrúligan mun, og teir vera nevndir aftur og aftur. Eisini leikararnir hjá Slovenia hava tað á orði. 

 

Málverjin, Miljan Vujović staðfestir í samrøðu við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum, at talan verður um ein torføran dyst, men hann heldur samstundis, at onkuntíð er tað lættari at spæla ein dyst við nógvum áskoðarum: - Sjálvsagt fara føroyingarnir at vera sera motiveraðir í einari slíkari serligari atmosferu. Leikararnir hjá Montenegro lótu seg ávirka av serligu atmosferuni, og teir fóru niður við flagginum. Ein slík atmosfera kann hevja teg, men kann eisini púrasta steðga tær. Frá byrjan skulu vit vera væl fyrireikaðir, og vit skulu bíða eftir okkara møguleikum. Eg haldi, at vit eru eitt betri landslið enn Føroyar, og vit ynskja at hava tvey stig við okkum til millumumfarið í Malmö. Sigur slovenski málverjin, ið spælir við Stuttgart í týsku bundesliguni við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum. 

 

Slovenia framdi eitt satt bragd móti Sveis. Teir vóru aftanfyri 14-23 tíðliga í seinna hálvleiki, men megnaðu kortini at vinna 38-35. 

 

 

 

 

 

Mynd: Handballstatz.de