Hetta hendi fyrra hálvár í Skopun

Nú vit nærkast hálvum juli, og summarið er meira enn hálvrunnið, hyggur borgarstjórin í Skopunar kommunu, Marjun S. Debes, aftur á fyrru helvt av 2026

 

- Kommunustýrið hevur sett sær nøkur mál fyri, hvat vit skulu røkka í 2026. Sum við øllum, so gongst ikki altíð sum ætlað, men gongd er sett á flest øll mál, sum vit hava sett okkum fyri, og okkurt er komið aftrat.

 

Borgarstjórin vísir á, at av átøkum, sum hava verið í Skopun í ár, kunnu nevnast Closed For Maintanance og Ung í arbeiði. Hesi bæði átøkini riggaðu væl og væl kom burtur úr. Nú er bara ein triðingur eftir at gera av gøtuni við Norðaravatn.

 

- Vit hava hildið Várdagar, sum eydnaðust sera væl, og fyri nøkrum døgum síðan varð sandoyarstevna hildin í bygdini. Hóast kommunan ikki var fyriskipari, royndu vit at gera okkara fyri, at bygdin vísti seg frá síni bestu síðu.

 

Marjun S. Debes sigur, at hetta syrgdu tey ungu í arbeiði fyri saman við umsjónarmonnum.

 

- Gongd er komin á at byggja postkassan upp aftur. Nýggi postkassin verður umleið 25% størri enn tann gamli, sum varð tikið niður í fjør. Ætlanin var, at arbeiðið skuldi verið komið longri, men so varð ikki.

 

Borgarstjórin vísir á, at arbeiði steðgaði í juni, men verður tikið upp aftur skjótast gjørligt.

 

##med2##

 

- Pengar vórðu settir av til at leggja nýtt loft upp undir høllina í skúlanum vegna vánalig ljóðviðurskifti. Hetta arbeiði er farið í gongd og fer at kosta umleið 600.000 krónur.

 

Hon vísir á, at ábøtur eru gjørdar á ymisk vegastrekkir, og nakað verður gjørt aftrat seinni í summar.

 

- Leggjast kann aftrat, at túnið uttanfyri Skerið loksins er asfalterað. Tað er Økistænastan, ið stendur fyri tí partinum, og hetta er at gleðast um fyri allar partar.

 

Marjun S. Debes vísir á, at bungur eru settar upp ymsastaðni í bygdini, og ferðahámark er sett á 30 km/t inni í bygdini.

 

- Hetta sæst tíbetur aftur í ferðsluni, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Skopunar kommuna fer undir at skráseta allar gravir og í samráð við avvarðandi at skipa umstøðurnar soleiðis, at tað verður lættari at halda kirkjugarðarnar við líka.

 

- Arbeiðið at gera nýggjan kirkjugarð byrjar í viku 29, og tekning av nýggja kirkjugarðinum liggur á heimasíðuni hjá kommununi.

 

Marjun S. Debes vísir á, at annað, sum kann nevnast úr rúgvuni, er, at kommunan er komin á Vangan, gjøldini á havnalagnum eru dagførd, gjøld eru løgd á tóm býlir, og barnaverdin í Sandoynni er farin í samstarv við barnaverndina í Tórshavn.

 

- Grundstykkini á Hamarsvegi eru nú enduliga klár at selja og eru í tí sambandi lýst alment til sølu.

 

Borgarstjórin vísir á, at á kommunustýrisfundi hin 18. juni varð Frida Poulsen, sum er leiðari á Visit Skopun, sett sum integratións samskipari fyri Skopunar kommunu.

 

- Á sama fundi varð roknskapurin fyri 2025 eisini gjøgnumgingin og undirskrivaður. Ein álíkning hjá Skopunar kommunu er 34.115.00,00 krónur, og kommunan skyldar 0, 69 prosent av einari álíkning.

 

Marjun vísir á, at hetta er ein hækking, hóast meir inntøkur í skatti á 0,5% frá 2024, men hetta kemur av, at kommunan hevur tikið leasing avtalurnar uppá eitt nú bátabrúgvar og spælipláss við í roknskapin.

 

- Skrivstovan hjá Skopunar kommunu fer í summarfrí frá mánadegnum 20. juli og og letur upp aftur mánadagin hin 10. august klokkan 9.

 

At enda ynskir borgarstjórin vegna Skopunar kommunu øllum eitt gott summar.

 

##med3##