Hetta verður helst avloysarin hjá Jens Stoltenberg

Tá nýggjur Nato-aðalskrivari skal veljast, skulu øll limalondini í Nato verða samd, og eygleiðarar meta, at Mark Rutte er besta boðið.

Nato-aðalskrivarin seinastu árni, Jens Stoltenberg, leggur seinni í heyst ábyrgdarstarvið frá sær, og ein avloysari skal finnast.

 

Sjálvur sigur Jens Stoltenberg í dag, at ein góður avloysari hjá sær er niðurlendingurin og forsætisráðharrin, Mark Rutte.

 

Niðurlendska tíðindastovan Nos veit at siga, at tað nú er rættiliga sannlíkt, at landsmaðurin verður avloysari sum Nato-aðalskrivari.

 

Einasta mótvalevni í løtuni er rumenski forsetin, Klaus Iohannis, og væntandi er, at hann skjótt fer at taka seg aftur sum møguligt valevni.

 

Mark Rutte hevur leingi verið besta boðið upp á nýggjan Nato-aðalskrivara.

 

Tá nýggjur aðalskrivari skal veljast, skulu øll limalondini í Nato verða samd, og eygleiðarar meta, at Mark Rutte er besta boðið.

 

Hetta skriva tíðindastovurnar NTB og Dagbladet seinnapartin í dag.