Amerikonsku HM-vertirnir hava vunnið seg í HM-áttandapartsfinalurnar, har Belgia verður mótstøðuliðið.
USA vann í sekstandapartsfinaluni á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia 2-0 á Bosnia Hersogovina.
Beint undan steðginum megnaði Folarin Balogun at gagnnýta, at bosniska verjan ikki megnaði at rudda ein bólt burtur. Hann tók av og sendi bóltin í netið til 1-0.
Tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum traðkaði sami Folarin Balogun á økilin hjá Tarik Muharemovic, og so fekk beinleiðis reytt.
USA stríddist tó víðari, og í 82. minutti hamraði Malik Tillman hegnisliga eitt fríspark í netið til 2-0, og so kundi stóra amerikanska heimafjøldin stórfegnast.
Bosniakarnir høvdu bóltin eitt sindur meira enn amerikumenn, og teir høvdu eitt sindur fleiri málroyndir, men tað rakk ikki til at koma á máltalvuna.
USA-Bosnia Hersogovina 2-0 (1-0)
1-0 Folarin Balogun ('45)
2-0 Malik Tillman ('82)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá amerikanska sekstandapartsfinalusigrinum.
Týsdagin klokkan eitt - um náttina føroyska tíð - spælir USA áttandapartsfinalu móti Belgia á Lumen Field leikvøllinum í Seattle.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











