HM: Frakland við Mbappé í stórformi vann seg í sekstandapartsfinalurnar

Kylian Mbappé javnaði gamla HM-málmetið hjá Miroslav Klose

Mynd: Ritzau Scanpix

Í innleiðandi HM-bólki I feiraði Kylian Mbappé sín landsdyst nummar 100 við at skjóta tvey mál, tá Frakland vann 3-0 á Irak á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia.

 

Úrslitið sendir Frakland víðari til sekstandapartsfinalurnar. Dysturin var órógvaður av toruni, og mátti steðgast eina drúgva løtu áðrenn hann var tikin uppaftur.

 

Tá 14 minuttir vóru leiktir legði Kylian Mbappé Frakland á odda við einum flottum langskoti. Seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, tá Ousmane Dembele gagnnýtti ein brølara í irakisku verjuni, og spældi bóltin til Kylian Mbappé, ið økti til 2-0. Talan er um sekstanda HM-endaspælsmálið hjá Mbappé, ið harvið javnaði gamla metið hjá Miroslav Klose. Ousmane Dembele slapp at staðfesta sigurin hjá Fraklandi.

 

Frakland-Irak 3-0 (1-0)

1-0 Kylian Mbappe ('14 )

2-0 Kylian Mbappe ('54 )

3-0 Ousmane Dembele ('66 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Hin dysturin í bólkinum millum Noreg og Senegal byrjaði klokkan eitt. Vit venda aftur til hann um eina løtu. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix