ÍF koppaði oddaliðnum í niðara endaspælinum

07 Vestur var tvær ferðir á odda, men tapti kortini

 

 

Undan heimadystinum í niðara endaspælinum høvdu kvinnurnar hjá ÍF ongan sigur í hesum endaspælinum. 

 

Tað er nú broytt, tí fuglafjarðarkvinnur megnaðu á heimavølli at vinna 3-2 á oddaliðnum, 07 Vestur.

 

07 Vestur var á odda bæði 1-0 og 2-1, ið var støðan í steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði heimaliðið at skjóta tvey mál, og harvið tryggja sær ein kærkomnan sigur. 

 

ÍF-07 Vestur 3-2 (1-2)

 

0-1 Anitha Mortensen (34.)

 

1-1 Kaja Poulsdóttir Toftagaard (41.)

 

1-2 Katlyn Ferreira Soares (42.)

 

2-2 Annika Ragna Christiansen (62.)

 

3-2 Reima Isaksen (77.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

07 Vestur er fremst við átta stigum, og B36 hevur seks stig. ÍF og FC Suðuroy hava fýra stig hvør. 

 

Í morgin klokkan 14.30 spæla FC Suðuroy og B36 vesturi á Eiðinum í Vági.