Vil hava eitt stað har sálarsjúk kunnu fáa hjálp

Fólk við sálarligum trupulleikum skulu ikki noyðast at venda sær til fleiri almennar stovnar fyri at fáa røttu hjálpina.

Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, ein skrivligan fyrispurning um rættstundis hjálp til sálarsjúk.

 

Hon spyr, hvørji ítøkilig átøk verða sett í verk fyri at tryggja, at borgarin altíð er í miðdeplinum.

 

Løgtingskvinnan vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu tey kunna fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk, og hvør kann veita hana.

 

Ein annar spurningur er, hvat tað almenna ger, tá fólk hava stóran hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini.

 

Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar hava fleiri góðar sosialar skipanir. Kortini hoyrist ofta um fólk, sum detta niðurímillum og skulu samskifta við fleiri almennar stovnar samstundis.

 

Hon vil tí hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu hjálpin kann skipast meira samanhangandi og við borgaranum í miðdeplinum.