Hormuzsundið er latið upp fyri øllum vinnuligum skipum í dag.
Tað skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, á sosiala miðlinum X.
Abbas Araghchi skrivar, at Hormuzsundið er lýst opið "í tráð við vápnahvíldina í Libanon".
– Leiðin hjá øllum handilsskipum gjøgnum Hormuzsundið er lýst fullkomiliga opin restina av vápnahvíldini, skrivar uttanríkisráðharrin.
Hósdagin samdust Ísrael og stjórnin í Libanon um vápnahvíld, sum í fyrsta umfari skal vara í tíggju dagar. Tað kom í gildi hóskvøldið.
Týsdagin í síðstu viku samdust USA og Iran um vápnahvíld í tvær vikur.
Ógreitt er, hvønn av teimum báðum vápnahvíldunum Abbas Araghchi sipar til - og tí er óvist, hvussu leingi skipaferðslan verður opin.
Fráboðanin frá iranska uttanríkisráðharranum kemur eftir eitt tíðarskeið uppá ein hálvan mánað, har skipaferðslan í Hormuzsundinum er nógv minkað orsakað av stríðnum millum Iran, USA og Ísrael.
Í stóran part av tíðini, síðani Ísrael og USA lupu á Iran seinast í februar, hevur sundið í roynd og veru verið stongt fyri vinnuligari skipaferðslu.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, viðmerkti á sínum sosiala miðli, Truth Social, tíðindini frá Abbas Araghchi.
– Iran hevur júst boðað frá, at sundið í Iran er fullkomiliga opið og klárt til fría farleið. Takk fyri!, skrivar Trump.
Mánadagin setti USA í verk sperring av Hormuzsundinum. Stongsilin var ætlaður øllum skipum, sum sigldu til og úr iranskum havnum umvegis Hormuzsundið.
Sambært Trump er henda sperring framvegis í gildi.
Beint eftir at Abbas Araghchi boðaði frá, at Hormuzsundið verður latið upp fyri allari vinnuligari skipaferðslu, fall prísurin á ráolju við umleið níggju prosentum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Stongsulin av Hormuzsundinum hevur fingið oljuprísin at hækka, tí sundið er ein týðandi flutningsleið fyri olju úr Miðeystri.
Vanliga verða 20 prosent av allari heimsins olju og gassi flutt gjøgnum sundið, sum liggur millum Iran og Oman.
/Ritzau/









